Beint eftir klokkan 16 í gjár hendi eitt ferðsluóhapp nærindis Lopra, har ein bilførari endaði úti í bilverjuni við bili sínum.
- Tað var rættiliga nógvur vindur á leiðini, tá løgregla og sjúkrabilur komu á staðið. Bilførarin kann tískil hava mist tamarhaldið á bilinum í nógva vindinum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at talan var um ein ungan bilførara, og hann var skelkaður av hendingini.
Eingin annar bilur var partur av hendingini.
- Førarin varð fluttur á sjúkrahúsið til kanningar, men at síggja til hevði hann ikki fingið sjónlig mein. Bilurin fekk nakað av skrokkskaða, sigur løgreglan.
Stutt eftir klokkan 02 í nátt tók løgreglan ein bilførara í Sandoynni, sum verður skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av narkotika.
- Blóðroynd er tikin, og bilførarin hevði eisini smáar nøgdir av narkotika í bilinum, veit vaktleiðarin at siga í morgun.