18 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad (á myndini, t.v.) úr Sørvági hevur skrivað undir sáttmála við danska FC Midtjylland, har hann í fyrstu syftu skal spæla á U19-liðnum. Sonni Ragnar, sum eisini spælir á føroyska U19-landsliðnum, hevur hóast unga aldurin longu spælt hópin av dystum á besta liðnum hjá 07 Vestur.
Sonni Ragnar Nattestad flutti longu til Ikast í summar, har hann altso spælir við FC Midtjylland, men tað var ikki fyrr enn hósdagin, at sáttmálin varð undirskrivaður.