Ungur maður handtikin fyri møguligt dráp í Grønlandi

- Vit fóru úr Tasiilaq og út til bygdina í tyrlu og hava handtikið ein 18 ára gamlan mann, sum er undir illgruna, sigur Grønlands Politi.

Sermiligaaq er fiski-og veiðimannabygd við 220 íbúgvum, og bygdin er partur av Ammassalik kommunu.

Tíðliga í morgun á ársins fyrsta degi fekk Grønlands Politi eina fráboðan um eitt møguligt dráp í lítlu fiski-og veiðimannabygdini, Sermiligaaq.

 

Bygdin liggur uttarlaga á einum tanga heilt har úti í Ammasalikfjørðinum.

 

Boðini vóru, at ein 42 ára gaman maður var deyður, og løgreglan stúrir fyri, at talan kann vera um dráp. 

 

- Vit fóru úr Tasiilaq og út til bygdina í tyrlu og hava handtikið ein 18 ára gamlan mann, sum er undir illgruna í málinum. 

 

Grønlands Politi upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at hin deyði og ungi maðurin, sum nú er handtikin, eru í familju. 

 

- Vit eru í løtuni í holt við at kanna málið, og vit vænta, at hin handtikni kemur fyri rættin, har vit ætla, at maðurin fyribils skal afturhaldast.

 

Grønlands Politi vil ikki siga meira um málið í løtuni, men leggur aftrat, at tey avvarðandi hava fingið boð um hendingina.

 

Í Sermiligaaq, sum er ein fiski-og veiðimannabygd, búgva umleið 220 fólk, og bygdin er partur av Ammassalik kommunu.

 

 

 

Sermiligaaq er fiski-og veiðimannabygd við 220 íbúgvum, og bygdin er partur av Ammassalik kommunu.