B36 hópurin, ið sunnudagin vann meistaraheitið er millum teir yngru leikarahóparnir í landinum. Miðal aldurin á B36 hópinum er 24,04 ár.
Samanborið við 2011, tá B36 eisini gjørdist meistari, er hópurin í ár eitt vet yngri, enn hann var í 2011. Í 2011 var miðal aldurin á B36 hópinum 24,09 ár.
Tað er kanska eitt sindur merkisvert at eitt av teimum stóru feløgunum, HB, er tað liðið, ið hevur tann lægsta miðal aldurin í Effo-deildini.
Allir leikarar, ið hava leikt dystir í Effo-deildini, eru roknaðir við í miðal talinum hjá teimum ymisku feløgunum.
Felagið, ið hevur tann elsta hópin sambært miðal tølunum er ÍF, ið samanlagt hevur ein miðal aldur uppá 25,56 ár.
Niðanfyri ber til at síggja listan við miðal aldri, umframt hvussu nógvar leikarar hvørt felag, hevur nýtt í Effo-deildini higartil í ár:
Tað er gjøgnum heimasíðuna hjá FaroeSoccer, at vit hava roknað miðal aldurin út.
B36: 24,04 ár nýtt 25 leikarar
HB: 23,42 ár nýtt 26 leikarar
Víkingur: 24,29 ár nýtt 24 leikarar
NSÍ: 25,23 ár nýtt 21 leikarar
EB/Streymur: 25,13 ár nýtt 23 leikarar
KÍ: 25,38 ár nýtt 21 leikarar
ÍF: 25,56 ár nýtt 25 leikarar
AB: 23, 76 ár nýtt 30 leikarar
B68: 24,29 ár nýtt 24 leikarar
Skála: 23,81 ár nýtt 27 leikarar