Komandi vikuskiftið fer danski gudfrøðiprofessarin á Keypmannahavnar Universiteti, Anne Katrine de Hemmer Gudme, at halda tveir ymiskar fyrilestrar við støði í Gamla Testamenti.
Fyrri fyrilesturin verður í Hoyvíkar kirkju leygardagin 19. september klokkan 16 og hin seinni í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin 20. september beint eftir gudstænastuna, sum byrjar klokkan 11.
Fyrilesturin í Hoyvíkar kirkju hevur heitið Hin syrgjandi moyggin og hin ótrúgva konan: Kvinnumyndir og kvinnuleiklutir í Gamla Testamenti.
Gamla Testamenti er eitt savn av tekstum, sum er skrivað av monnum til menn, og tí noyðast vit ofta leita væl og leingi, skulu vit finna kvinnurnar í tekstinum. Tær fylla ikki nógv, og sjáldan koma tær til orðanna. Men tær eru har: Hin fullkomna hústrúin, hin óseka og meinaleysa moyggin, hin djarva skøkjan og hin snilda forførandi kvinnan.
Haraftrat koma tær kvinnuligu persónsgeringarnar: Jerusalem sum hin neyðtikna jomfrúin og syrgjandi einkjan, og tað útvalda fólkið sum hin ótrúgva konan, ið noyðist at tola sína revsing og vóna, at sáttin kemur.
Fyrilesturin gevur eitt innlit í teir sosialu leiklutirnar í Gamla Testamenti, og hvussu kvinnur og kvinnumyndir verða brúktar symbolskt í frásøgnunum í Gamla Testamenti.
Fyrilestur í Fuglafjarða kirkju hevur heitið Himmalsk føði og forboðin frukt: Matur og drekka í Bíbliuni.
Matur er uppi í tíðini – steinaldarmatur, matur sum omma gjørdi hann og so ikki minst tann nú heimskendi norðurlendski køkurin. Men, hesum er eingi nýtt í. Matur og máltíðir hava til allar tíðir verið við til at definera, hvørju vit eru, og hvørju vit vilja verða.
Menniskju eta ikki bara fyri at yvirliva – matur er so sanniliga eisini ein spurningur um samleika.
Fyrilesturin tekur áhoyraran ein rundtúr í Bíbliuni, har fokus verður sett á mat og máltíðir. Heilt frá fruktini í Edens hava og til seinastu kvøldmáltíðina verða dømir givin um bíbilskan mat og drekka, sum eisini sigur nakað um menniskju og samband teirra við hvønn annan og til Gud.
- Í samband við fyrilesturin bjóðar Fuglafjarðar kirkja eina veitslumáltíð eftir gamlatestamentligum uppskriftum. Tað er ókeypis at eta, men hevur onkur hug til tess, er møguleiki at geva eitt oyra til matin, siga fyrireikararnir av tiltakinum.