Bogi Løkin og NSÍ hava í vikuni skrivað undir sáttmála, sum bindur partarnar næsta árið.
Bara eftirnavnið sjálvt hevur ein serstakan klang í føroyskum fótbólti. Tað man heldur ikki vera nakað at ivast í, at runavíkingar vóna, at Bogi kann gera eins stórar skreytir, sum pápin í síni tíð gjørdi, men minni fær eisini gjørt tað.
Í ár hevur Bogi av álvara snoddað at besta liðnum hjá NSÍ, eins og hann eisini var ein týðandi partur av liðnum, sum vann FM-gull í unglingadeildini.