16 ára gamli Børge Petersen hevur gjørt sáttmála við KÍ. Hann verður mettur sum ein evnaríkur spælari, men hevur í ár verið nógv skaddur. Nú er hann klárur aftur, og spældi allan dystin í farna umfari í Betri deildini móti AB. Ein dystur, sum KÍ vann 3-0.
- Eftir at hava vant í besta hópinum í nakrar mánaðir, hevur 16 ára gamli verjuleikarin,Børge Petersen, spælt sín fyrsta dyst við besta mansliðnum. Hetta er ikki komið óvart á, tí Børge hevur verið ein av lyklaleikarunum í ungdómsdeildini og á U15- og U17-landsliðunum, skrivar ki.fo.
KÍ lat fleiri av sínum ungu spælarum fáa møguleikin í farna umfari. Eitt skifti eru tríggir U17-spælarar á vøllinum í senn, meðan miðalaldurin á liðnum ta løtuna er 21 ár, sambært ki.fo. Tað vóru eisini fleiri spælarar, sum fingu sínar fyrstu minuttir í farna umfari, sum In.fo eisini hevur skrivað eitt sindur um.
Les eisini: Fýra mans fingu debut
Ein teirra, sum gjørdi nógv um seg, er 17 ára gamli Pætur Turiðarson Skibanes, ið fekk sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá NSÍ. Bara fimm minuttir seinni skoraði hann sítt fyrsta mál, tá hann sendi innleggið hjá Klæminti A. Olsen í málið.
HB vann longu í farna umfari FM, og hartil vóru fleiri spælarar, sum sótu uttanfyri við leikbanni og skaðum. Her tveir ungir mans sínar fyrstu minuttir, tá teir komu á vøllin heilt móti endanum. Teir eru 18 ára gamli Tórmóður Djurhuus, og 17 ára gamli Villiam Emil Klein.
Hartil kann nevnast at spælarar sum 16 ára gamli Gutti Dahl-Olsen (EB/Streymur), Jonn Johannesen (KÍ), Jóhan W. Høgnesen (KÍ) og Sjúrður Pauli Nielsen (NSÍ) komu allir á vøllin fyri aðru ferð.
(Kelda: Faroesoccer.com)