Uni Arge loypir bara undan

- víðari orðaskifti tænir ongum endamáli

Tað undanfarna í sakini er, at Uni Arge hevði eina grein í Sosialinum 28.01.11 har hann skrivaði ymist um nýggja atlassi, sum er í gerð. Hann legði meg undir at hava sagt ella skrivað ymisk ting, sum eg aldri havi sagt, tonkt ella skrivað.
Eg bað hann tí í mínum svari í Sosialinum herfyri siga mær, um hann kundi skjalprógva sínar pástandir. Niðurstøðan er: Tað kundi maðurin ikki.

Uni Arge skrivaði: ”Hugsa vit okkum, at atfinnarnir at føroyska heimsatlassinum skuldu farið at standardisera øll heimsins mál (!) eftir danskari og enskari fyrimynd…” Eg bleiv illa við. Og bað Una Arge skjalprógva (dokumentera) sín pástand. Tað er hann ikki førur fyri. Tí er mín niðurstøða, at maðurin tosar ósatt.

Hann skrivaði eisini: ”Hygg so at hvussu heimsins lond skriva Danmark, ið jú skrivast Danmark á donskum og tí sambært útsagnunum hjá Rolf Guttesen verður skrivað Danmark um allan heim.” Hatta var aftur ein ósannur pástandur úr leysari luft. Eg havi ongantíð sagt so. Eg bað Una Arge skjalprógva (dokumentera) sín pástand. Tað er hann ikki førur fyri. Tí er mín niðurstøða einaferð aftrat, at maðurin tosar ósatt.

Uni Arge kann ikki bara loypa um garðin, har hann er lægstur. Leggja meg undir at meina og skriva bæði eitt og annað, sum hann sjálvur uppfinnur? Og so vænta at nakað seriøst orðaskifti kemur burturúr?

Hetta er ikki mátin at føra eitt orðaskifti, um tað skal føra til nýggja sannkenning og vitan. Tí er tað meiningsleyst at viðgera tað, sum Uni Arge skrivar.