Uni Debess og Blues í Mentanarhúsinum

Leygardagin verður konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við Una R. Debess og Froðbiar Sóknar Bluesorkestri Uni R. Debess nýtist næstan ikki størri umtalu, er sera væl kendur á føroyska

tónleikarpallinum, og hevur millum annað útgivið bluesfløguna ?The well? saman við

bólki sínum Crawling Blue.

 

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur var stovnað í 2005, og er vorðið alt meira kent sum ein svingandi og undirhaldandi bluesbólkur. Repertoirið eru tulkingar av Stevie Ray Vaughan, Freddie King, Fleetwood Mac, Eric

Clapton v.m. Á navninum hoyrist, at bólkurin hevur røtur í Suðuroynni, og

manningin er Dennis Lave, trummur, Vilhelm Meyer, bass, Dávið Jacobsen og

Páll Lave, guitar, Pætur Dam, keyboard og Kristian Holbæk sang.

 

Menninir úr hesum báðum bólkum hava leingi tosað um at gera eitt felags blues jam kring oyggjarnar, við tí endamálið, at breiða bluestónleikin út, og geva fólki høvi at uppliva tónleikin live. Hetta er so fyrsta stig í hesi ætlan.