Uni Debess á pall í Sørvági

Tónleikurin hjá Una Debess, sum hevur ferðast víða um lond og sum er eitt av høvuðsnøvnunum á Sørvágs Country-og Blues Festivali, er ein blandingur av blues, rocki og country.

 

Uni Debess, sum bæði er yrkjari, tónasmiðjur, sangari og guitarleikari, fer á pall á Sørvágs Country-og Blues Festivali í dag klokkan 17.

 

Í 2005 vann hann Prix Føroyar við bólkinum GoGo Blues. Umframt at vinna sjálva tónleikakappingina, vann GoGoBlues virðisløn fyri besta tónleikabólk, umframt at bólkurin varð boðin við til G!Festivalin.

 

Í august 2005 var Uni saman við GoGo Blues í Kanada og spældi á ymiskum festivalum, og teir góvu eisini út fløgu í 2005. Síðan 2004 hevur Uni Debess givið út sjey cd’ir og eina live dvd við orginalum tilfari.

 

Tónleikurin hjá Una Debess, sum eisini hevur ferðast víða um lond at hava konsertir, er ein blandingur av blues, rocki og countrytónleiki.

 

Um ein lítlan hálvan tíma fer hann á pall á Dungasandi, og lítil ivi er um, at hetta verður ein góð og forvitnidslig framførsla hjá dugnaliga tónleikaranum og sangaranum, sum byrjaði lutfalsliga seint at spæla, men sum eftir stuttari tíð endaði ovarlaga í tónleikaliga umhvørvinum.