Uni Debess í Tórskjallaranum

Sum vanligt hevur verið hvørt fríggjakvøld, so skipar Havnar Djassfelag aftur hesuferð fyri konsert í Tórskjallaranum.

 

Øll teimum ið dáma væl djass, hava nú møguleikan at síggja Una Debess sýna síni kynstur við gittara og sangi, um tey leita sær í Tórskjallaran fríggjakvøldið 09. januar.

 

Uni Debess er kendur frá hansara leiklutið í bólkinum GoGoBlues, ið vann Prix Føroyar kappingina í 2005, hóast hann hevur verið virkin í fleiri ymsum bólkum seinastu árini.

 

 

Konsertin byrjar kl 22.