Uni Debess við nýggjum tilfari

Hoyrir ein bluestónleik í Føroyum, so er ein av teimum í fremstu røð Uni Debess.

 

Uni fyrireikar 13. heildarútgávuna

Tað eru vorðin fýra ár síðan vit seinast hoyrdu nýtt tilfar frá Una Debess, men nú er hann til reiðar við fyrsta staklagnum av komandi 13. heildarútgávuni, Red, sum verður tøk seinni í ár, skrivar tutl.com.

 

Blús kongurin

Við heili 12 heildarútgávum, vinnari av bæði Prix Føroyum og Atlantic Music Event, kann ikki siga annað enn at blús kongurin, UNI DEBESS, er ein av tungvektarunum á føroyska tónleikapallinum. Hetta hoyr ist sanniliga á blúsrokk lagnum 'Concrete Walls.

 

Til ber at hoyra okkurt av komandi útgávuni longu nú.

 

Trýst her: Leinkja til Concrete Walls