Tey fyrstu níggju árini búði Uni í Vági, har pápin, Johannes Andreas Næs, var lærari. Pápin er ættaður úr Hvalba, og mamman, Brynhild fødd Stenberg, er úr Sumba. Tá ið Johannes Andreas Næs í 1966 gjørdist skúlaráðgevi, flutti familjan til Havnar. Børnini hjá Brynhild og Jóhannesi eru Unna (1949), Martin (1953), Uni (1957) og Julianna (1958). Unna og Uni búgva í Fuglafirði, Martin í Havn og Julianna í Leirvík.
Uni leyk nýmálsligt studentsprógv í Hoydølum í 1977. Tá ið hann hevði verið vikarur í Eysturskúlanum í eitt ár, fór hann undir gudfrøðislestur í Århus. Eftir at hava lisið í tvey semestur, flutti Uni aftur til Havnar, har hann á Fróðskaparsetrinum helt fram við lestrinum.
Í 1978 vóru floksfelagarnir úr Hoydølum, Jógvan Fríðriksson, Heri Joensen og Ólavur Rasmussen farnir at lesa gudfrøði. Umframt hesar lósu Armgarð Arge og Anders E. Nielsen, sum var adventistaprestur, gudfrøði á Setrinum fram til 1981. Tá fór Uni aftur til Århus, har hann leyk teologiskt embætisprógv í 1986.
Undir lestrinum skrivaði Uni høvuðsuppgávu um føroyska kirkjusøgu við serligum atliti til felagskirkjuligt samstarv. Áhugin fyri hesum er framvegis stórur, og Uni hevur kring landið hitt nógvar ábyrgdarpersónar í kirkjum og samkomum. Talan er um virðismikið keldutilfar, sum tað væl kann fara at hoyrast meiri um eina ferð í framtíðini.
Á heysti í 1985 tók Uni pastoralseminarið, og á vári í 1987 tók hann prógv á Danmarks Journalisthøjskole í Århus - tað sokallaðu “Ískoytisútbúgvingina” fyri akademikarar. Hetta sama heystið gjørdi Uni fleiri áhugaverdar sendingar í Útvarpi Føroya, umframt at hann hevði tímar í religión í Hoydølum og undirvísti í Argja skúla.
31. januar í 1988 varð Uni prestvígdur í Vesturkirkjuni, og næsta árið loysti hann Kjartan Mørkøre av sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Eftir at Uni var fluttur til Havnar at búgva, kom hann skjótt upp í barna- og ungdómsarbeiði í KFUM, har hann eitt nú var skóti. Talan var tí ikki um ókendan heimavøll, tá ið hann 1989-1992 var KFUM skrivari.
1. mars 1992 gjørdist Uni prestur í Vestmanna við tænastuskyldu í Vága prestagjaldi, og har var hann, inntil hann 1. apríl í 2000 gjørdist prestur í Fuglafirði. Í Vestmanna var Uni virkin í kirkjuligum høpi, og í Fuglafirði og Leirvík stuðlar prestur uppundir fjølbroytta arbeiði, sum missiónin stendur fyri. Umframt kirkjurnar í Fuglafirði og Leirvík fevnir sóknin um kirkjuna í Elduvík, bønhúsið á Hellunum og skúlan í Funningsfirði, har tað eisini eru gudstænastur.
Uni Næs, sum er stillførur, fyrikomandi, arbeiðssamur og miðvísur, hevur síðani 2002 verið formaður í skúlastýrinum í Fuglafirði, og harafturat er hann virkin í so mongum øðrum. Eitt nú er hann formaður í Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag og blaðstjóri á Kristiligt Ungmannablað, sum nú nevnist KRUNG.
Familjulívið telur nógv hjá Una. Hann er giftur Emily fødd Johansen og uppvaksin á Gerðarleiti á Strondum. Emily er pædagogur og arbeiðir í Dagstovninum í Fuglafirði. Børnini eru Fríða (1985), Lív (1988), Bárður (1993) og Vár (1995).
Hjá fuglfjarðarpresti renna arbeiði og frítíð ofta út í eitt. Umframt skyldurnar og áhugamálini, sum eru nevnd omanfyri, so hevur Uni síðani 1997 fyri føroysku kirkjuna verið observatørur í Det Mellemkirkelige Råd, sum fæst við millumkirkjuligt og økomeniskt arbeiði. Una dámar væl at luttaka í orðaskiftum. Eitt nú dámar honum væl at luttaka í tvørkirkjuligum dialogi, og av og á luttekur hann í orðaskiftum í føroysku miðlunum, sum hann hevur stóran áhuga fyri og áskoðanir um.
Samstarvið millum teir fimm prestarnar í Eysturoy sigst vera stak gott. Teir hittast javnan hvør hjá øðrum, og eina ferð um árið skipa teir fyri kirkjufundi fyri alla Eysturoynna, har eisini onnur ábyrgdarfólk í kirkjuni enn prestarnir taka lut. Í hesum eigur Uni stóran leiklut.
50 ára føðingardagurin verður hildin leygardagin í prestagarðinum á Mørkini í Fuglafirði kl.10-17. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$J