Uni og Tróndur á Pubbini

LIVE tónleikur er aftur á Pubbini hetta vikuskifti, og verða tað Uni Debess og Tróndur Enni, sum standa fyri tónleikinum Vælumtóktu tónleikararnir Uni Debess og Tróndur Enni verða hetta vikuskiftið at hoyra á Pubbini á Tvøroyri.

 

Hvørt vikuskifti er LIVE tónleikur á Pubbini á Tvøroyri, har fleiri av landsins bestu tónleikarum hava vitja. Hetta vikuskiftið verður einki undantak, tí vælumtóktu tónleikararnir Uni Debess og Tróndur Enni fara at framføra á pubbini.