Uni Rasmussen nýggjur landsstýrismaður

Tað verður ikki sum gitt ein av royndu politikarunum hjá Fólkaflokkinum, sum verður nýggjur landsstýrismaður, men Uni Rasmussen í Gøtu, sum fyrstu ferð varð valdur á ting á seinasta løgtingsvali.

 

Mynd: Bjarni A. Rubeksen

Tað váttar Uni Rasmussen fyri útvarpinum.

 

Uni Rasmussen varð valdur sum nummar sjey á listanum hjá Fólkaflokkinum á seinasta løgtingsvali við 465 persónligum atkvøðum.

 

Heðin Zachariasen, sum fór úr tinginum, tá Jørgen Niclasen aftur tók sæti á tingi, kemur nú aftur á ting sum varamaður fyri Una Rasmussen.

 

Mynd: Bjarni A. Rubeksen