Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vil hava at vita, hvussu støðan er viðvíkjandi heimleysum í føroysku sjúkhúsunum. Hann hevur sett ein fyrispurning um heimleys til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen at svara skrivliga.
Spurningarnir eru:
1. Hvussu nógv heimleys liggja og hava ligið á teimum trimum sjúkrahúsunum seinastu trý árini?
2. Hvussu gomul eru tey heimleysu, ið liggja á sjúkrahúsunum kring landið?
3. Hvussu leingi liggja tey heimleysu í miðal á sjúkrahúsunum, áðrenn tey verða útskrivað?
Uni Rasmussen vísir á eina samrøðu, sum Kringvarp Føroya hevði við Sonju Nielsen, leiðara á B6 á Landssjúkrahúsinum, sum segði, at tað kemur fyri, at fólk enda við at liggja á deildini í upp til 10 mánaðir.
– Talan er um fólk, sum av ymiskum orsøkum eru so mikið illa fyri, at tey hava ongastaðni at fara, tá viðgerðin er av. Tað tykist, sum eingin hevur ábyrgdina. Hvørki Heilsumálaráðið ella Almannamálaráðið. Av tí sama detta tey heimleysu niðurímillum í skipanini, sigur Uni Rasmussen.
– Sum vælferðarsamfelag hava vit til uppgávu at hjálpa teimum, ið koma illa fyri, og tí er tað umráðandi at finna út av, hvussu stórur og umfatandi trupulleikin er, sigur hann.