Uni í Tutl við nýggjum

Mánadagin 8. juli kl 16.00 verður fløgu móttøka í Tutl búðini í sambandi við, at Uni Debess gevur út

nýggju fløguna, sum kallast "Blue Buzz".

Fløgan er heldur øðrvísi enn tær, ið Uni Debess fyrr hevur givið út. Henda er meiri yvir í blues rock

og meira rá.

Um fløguna sigur Uni Debess:

"Blue Buzz" byrjaði við at eg gekk runt við einum ljóði í høvdinum, men eg hevði ikki nøkur løg,

sum eg kundi seta í samband vid hetta ljóð, so eg fór í upptøkuhølini og fór bara í gongd.

Eg setti mær fyri at tað skuldu verða10 løg og hvønn dur og tempo, løgini skuldi verða í. So

improviseraði eg, men setti mær eisini fyri, at eg hevdi bara loyvi at gera eina roynd fyri hvørt

hugskot, eg fekk. Hetta var ein heilt ótrúliga gevandi tilgongd. – Tað mest vanliga í dag er at fara í

upptøkuhølini við lidnum løgum, og tá farið verður í gongd vid upptøkurnar, kann ein blíva við at taka

upp, til ein er nøgdur. Hetta haldi eg kann drepa ‘geistin’, sum er, tá alt er nýtt og spennandi".

“Blue Buzz” er upptikin í Sólarmagn, sum er bygdahúsið á Velbastað. Spurt var, hví Uni valdi akkurát

Sólarmagn?

-Sólarmagn er eitt ógvuliga spennandi stað fyri meg, bæði tí at gamli grunge bólkurin Mold, sum vit

sóu so nógv upp til, tá vit byrjaðu at lurta eftir tónleiki, innspældi sínar fløgur har, og ikki minst, tí at

langabbi mín, Nyholm Debess, skrivaði ein sang til Sólarmagn. Tað stuttliga vid hesum er, at hetta

fekk eg at vita tann dagin, tá vit byrjaðu innspælingarnar í Sólarmagn til fløguna "Gangi Eg", við

yrkingum hjá langabba, sum eg havi sett løg til. So sigast kann, at her er eitt serligt tilknýti til húsið, sigur Uni.

Á fløguni "Blue Buzz " spælur og syngur Uni Debess alt sjálvur.

-Sum eg segði áður, var tað hetta ráa ljóðið, sum eg hoyrdi fyri mær, sum eg ikki visti, hvussu eg

skuldi fáa innspælt. Eg sá tað tí sum eina avbjóðing at seta meg inn í, hvussu øll ljóðførini spæla

saman, og so eisini at fáa hetta ráa og tunga svingið á øll ljóðførini.

Eg haldi at tað hevur gingið væl, og eg eri sera glaður fyri, at eg fór í gongd, tí hetta hevur latið nakrar

hurðar upp, sum eg ikki havi sæð áður, sigur Uni.

Fløgan "Blue Buzz " verður at fáa í Tutl búðini í Havn og á sølustøðunum kring landið.

Tad er eisini møguligt at ogna sær fløguna á netinum www.tutl.com