United er víðari – her er lutakastið

FA Cup: Manchester United bleiv seinasta liðið í pottinum til 4. umfar

Manchester United vann í kvøld 1-0 á Aston Villa í seinasta dystinum í 3. umfari í ensku steypakappingini FA Cup. Scott McTominay skoraði einasta málið í dystinum.

 

Avgerandi og einasta málið í dystinum kom longu aftaná átta minuttir, tá Scott McTominay stútaði eitt innlegg frá útskeldaða Fred í málið. Tað komu tvey mál afturat, men í báðum førum vóru spælarar hjá Aston Villa rangstaddir.

 

Tað fylti eitt sindur á Old Trafford, at fyrrverandi liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, er venjari hjá Aston Villa. Gestirnir kundi havt fingið útjavnandi málið, men samstundis kundi heimaliðið, sum var uttan Cristiano Ronaldo, eisini havt avgjørt dystin.

 

Lutakastið til 4. umfar hevur verið. Tey stóru í Premier League fingu øll eitt lutakast, har tey eru stórfavorittar at vinna. Dystirnir verða í feburar.

 

Lutakastið til 4. umfar:

 

1 Crystal Palace v Hartlepool United

 

2 AFC Bournemouth v Boreham Wood

 

3 Huddersfield Town v Barnsley

 

4 Peterborough United v Queens Park Rangers

 

5 Cambridge United v Luton Town

 

6 Southampton v Coventry City

 

7 Chelsea v Plymouth Argyle

 

8 Everton v Brentford

 

9 Kidderminster Harriers v West Ham United

 

10 Manchester United v Middlesbrough

 

11 Tottenham Hotspur v Brighton & Hove Albion

 

12 Liverpool v Cardiff City

 

13 Stoke City v Wigan Athletic

 

14 Nottingham Forest v Leicester City

 

15 Manchester City v Fulham

 

16 Wolverhampton Wanderers v Norwich City