United eru tryggjaðir

Seinastu átta dystirnar í fjórða umfari í Champions League vórðu spældir í gjárkvøldið, og við fjórða sigrinum í bólkinum, hevur Man Utd tryggjað sær luttøku, útyvir bólkaspælið í Champions League. Tað gjørdu teir, tá teir vunnu 4-0 móti Dynamo Kiev, heima á Old Trafford

FÓTBÓLTUR

Niels Petersen

[email protected]


Manchester United fekk í kvøld vitjan av ukreinska Dynamo Kiev heima á Old Trafford. Vann Manchester United dystin, samstundis við at Sporting Lissabon ikki fekk fulla úrtøku móti AS Roma, hevði enska felagið leikt seg víðari.

Stór útskifting var framd á liðnum síðan stórdystin ímóti Arsenal seinasta vikuskifti. Hóast hetta var United greitt omaná, og tað var júst ein av teimum óroyndu, sum slapp at skora fyrsta málið. Tað var miðverjin Gérard Pique. Hetta var í 31. minutti, og seks minuttir seinni økti Carlos Tevez.

Í seinna hálvleiki slógu Wayne Rooney og Cristiano Ronaldi United-sigurin fastan, og endaliga úrslitið gjørdist tískil 4-0.

Manchester United eru nú víðari í Champions League, meðan AS Roma og Sporting Lissabon berjast um seinasta plássið, ið tryggjar víðari luttøku.


Fýra stjørnuskot færri í Arsenal

Arsenal vóru á vitjan í Kekkiska høvuðstaðnum Prague, har teir vitjaðu Slavia Prague, og hóast Arsenal vóru uttan fýra av størstu stjørnunum – Fabregas, Touré, Hleb og Rosicky – megnaðu teir at fáa við sær eina stigið til onglands aftur. Úrslitið gjørdist málleysur javnleikur


Barcelona og Lyon vístu klassa

Lyon høvdu vitjan av VfB Stuttgart í gjárkvøldið, og har tóktist ganga eftir ætlan, tí úrslitið varð 4-2 til heimaliðið. Eisini á Camp Nou í Barcelona fingu vertirnir eitt pent úrslit, teir vunnu 2-0 móti Glasgow Rangers. Sostatt fekk Katalonska stórfelagið uppreisn fyri málleysa javnleikin í Glasgow, fyri tveimum vikum síðan.


Inter vísir styrki

Í Milano fingu Inter ikki sørt av trupuleikum av russunum úr CSKA Moscow. Úrslitið gjørdist 4-2. Hóast russar vóru á odda 0-2, vildu argentinski Esteban Cambiasso og svenski Zlatan Ibrahimovic tað annaleiðis, tí við tveimum málum hvør, fingu teir vent úrslitinum og vunnu at enda rættuliga sikkurt.


Í Faktaboks:

Úrslit og málskorarar frá dystunum í gjárkvøldið:


Lyon – Stuttgart 4-2 (1-0)

1-0: Ben Arfa

1-1: Kallstrøm

2-1: Gomez

3-1: Ben Arfa

3-2: Gomez

4-2: Pernambucano


Barcelona – Rangers 2-0 (2-0)

1-0: Henry

2-0: Messi


Man Utd – Dynamo Kiev 4-0 (2-0)

1-0: Pique

2-0: Tevez

3-0: Rooney

4-0: Ronaldo


Sporting – Roma 2-2 (0-1)

0-1: Casetti

1-1: Da Silva Muniz

2-1: Da Silva Muniz

2-2: Polga


Steua Bucarest – Sevilla 0-2 (0-1)

0-1: Renato

0-2: Renato


Slavia Prague – Arsenal 0-0 (0-0)


Fenerbahce – PSV 2-0 (2-0)

1-0: Marcellis

2-0: Semih


Inter – CSKA Moscow 4-2 (2-2)

0-1: Jó

0-2: Love

1-2: Ibrahimovic

2-2: Cambiasso

3-2: Cambiasso

4-2: Ibrahimovic