United fjepparafelagið hevur skipað seg

Føroyska fjepparafelagið hjá sigursvanda, enska meistaraliðnum Manchester United hevur nú skipað seg við Hera Simonsen sum formanni

Føroyska fjepparafelagið hjá Manchester United hevur fingið eina flúgvandi byrjan. Higartil hava umleið 200 fólk teknað seg sum lim í felagnum. Stovnandi aðalfundur var fyri jól og um vikuskifti skipaði nevndin seg soleiðis:


Formaður: Heri Simonsen

Næstformaður: Birnir Hauksson

Kassameistari: Jóannes Egholm.

Skrivari: Jón Brian Hvidtfeldt

Nevndarlimur: Jan Poulsen

Tiltakslimur: Leivur Langgaard


Harumframt er felagið skipað við tveimum undirnevndum, eini ferðanevnd og eini heimasíðunevnd. Almenna navnið á felagnum er Manchester United Football Club’s Supporters Club Faroe Islands Branch, á føroyskum Manchester United Fjepparafelag Føroyar, stytt MUFF. Endamál felagsins er at virka til frama fyri tey, sum stuðla Manchester United í Føroyum. At skipa fyri felagstiltøkum fyri allar limir. At skipa fyri ferðum til dystir hjá Manchester United. Og at virka fyri samanhaldi millum allar Manchester United fjepparar í Føroyum.


Felagið hevur higartil skipað fyri tveimum, almennum tiltøkum. Einum fyrireikandi fundi fyri at meta um áhugan fyri felagnum, og einum stovnandi aðalfundi, ið varð hildin á Rex sunnudagin 15. desember. Higartil hava umleið 200 fólk teknað seg sum lim í MUFF. Limagjaldið er 250 krónur um árið.


Felagið heitir á øll, bæði tey sum longu hava teknað seg sum lim, og tey sum ætla at tekna seg sum lim, um at senda felagnum ein teldupost til [email protected]. Í teldupostinum skulu vera hesar upplýsingar: Navn, bústaður, fartelefonnummar og teldupostur. Eisini verður biðið um at vátta, hvørt felagið kann melda limagjaldið til e-rokning, og hvørjari konto limagjaldið skal flytast av.