United ger tað gott uttanfyri vøllin

Manchester United hevði eitt stórt rakstraryvirskot seinasta ársfjórðingin í 2015

Tað gongur illa hjá Manchester United at fáa úrslit á vøllinum, men uttanfyri vøllin eru úrslitini góð.

 

Hósdagin legði Manchester United fram roknskapin fyri seinasta fjórðingin av 2015, og vísti roknskapurin eitt yvirskot, sum svarar til 180 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Inntøkurnar hjá Manchester United eru øktar við 26,6 prosentum síðani 2014. Tað er serliga sponsoravtalan við Adidas, sum munar væl hjá Manchester United. Í sjónvarpsrættindum var talan um eina inntøkuøking uppá 30 prosent. 

 

Manchester United væntar eina inntøku í 2016, sum svarar til 4,83 miljardir krónur í okkara peningi. Um Manchester United røkkur hesum úrslitinum er talan um hægstu ársinntøku hjá nøkrum fótbóltsfelagi í Onglandi nakrantíð.

 

Stjórin í Manchester United, Ed Woodward sigur, at góðu úrslitini hjá felagnum uttanfyri vøllin fara at gera tað møguligt at satsa meir uppá at fáa betri úrslit á vøllinum. 

 

Tó er ikki betri statt enn so, at kiksar Manchester United at vinna seg í Champions League komandi kappingarár kann tað gerast dýrt í roknskapinum.