Ryan Giggs legði Manchester United á odda við brotssparki tíðliga í seinna hálvleiki. Tjúgu minuttir fyri tíð javnaði Ledley King eftir horna.
Í eini roynd at vinna dystin, sendi Manchester United venjarin, Sir Alex Ferguson, unga Federico Macheda á vøllin. Stutt eftir fann hann Nani við eini avlevering, ið elegant legði heimaliðið á odda. Fimm minuttir fyri tíð økti Ryan Giggs til endaliga úrslitið 3-1, við enn einum brotssparki gjørt ímóti Nani.
Manchester United hevur fyribils lagt seg á odda við tveimum stigum. Chelsea, ið eru á øðrum plássi, spæla í morgin á heimavølli ímóti Stoke.