United gjørdi sína skyldu

Seinna uppgerðin í FA Cup millum Manchester United og Cambridge var í kvøld leikt

Tríggir dystir hava í kvøld verið í ensku FA Cup.

 

Tann dysturin, ið hevði størst áhuga í kvøld var seinna uppgerðin millum Manchester United og Cambridge United. Fyrri dysturin var fyri tveimum vikum síðani, sum endaði við málleysum javnleiki.

 

Men í kvøld var eingin slingur í valsinum hjá Manchester United, sum á heimavølli vann 3-0 móti Cambridge. Longu í hálvleikinum var Manchester United á odda 2-0, við málum frá Juan Mata og Marcos Rojo. Síðsta málið í dystinum kom, tá 74 minuttir vóru leiktir. Tá skoraði unga stjørnuskotið, James Wilson, til endaliga úrslitið 3-0.

 

Tveir aðrir dystir hava eisini verið í kvøld í FA Cup. Premier League felagið Sunderland vann á útivølli 3-1 móti Fulham, meðan Preston North End í tí seinasta dystinum vann 3-1 móti Sheffield United.

 

Í annaðkvøld verður seinasti dysturin av fjórðu rundu í FA Cup spældur. Hann verður á Reebok Stadium, tá Bolton tekur ímóti Liverpool. Dysturin byrjar klokkan 19:45, og kann síggjast á 6’aranum á televarpinum.

 

Úrslitini í kvøld:

Manchester United – Cambridge United 3-0 (2-0)

 

Fulham – Sunderland 1-3 (1-0)

 

Sheffield United – Preston North End 1-3 (1-0)