United hevur nógv mest virðið

Hetta er sætta árið á rað, at Manchester United er ovast á listanum. Næstir teimum kemur ?Kongaliðið? úr Spania, Real Madrid, og á triðja plássi er London liðið, Arsenal. Sjey av liðnum á topp 20 listanum eru úr Onglandi. Umframt Manchester United og Arsenal, so eru Liverpool(6), Chelsea(9), Tottenham(12), Manchester City(19) og Newcastle(20).

Týskland hevur fimm lið á listanum, Italia fýra, meðan Spania og Frakland hava hvør síni tvey lið við á topp 20 listanum.

Frobes Magazine hevur mett, at trífaldu ensku meistarnir hava eitt virðið uppá 10,2 milliardir krónur. Tað eru næstan tríggjar milliardir meiri enn Real Madrid á øðrum plássi.

1. Manchester United, 10,2 mia. Kr.

2. Real Madrid, 7,4 mia. Kr.

3. Arsenal 6,6 mia. Kr.

4. Barcelona 5,6 mia. Kr.

5. Bayern Munchen 5,5 mia. Kr.

6. Liverpool 4,6 mia. Kr.

7. AC Milan 4,5 mia. Kr.

8. Juventus 3,7 mia. Kr.

9. Chelsea 3,6 mia. Kr.

10. Inter Milan 2,3 mia. Kr.

11. Schalke 04 2,1 mia. Kr.

12. Tottenham 2,1 mia. Kr.

13. Lyon 1,9 mia. Kr.

14. Hamburg SV 1,8 mia. Kr.

15. AS Roma 1,7 mia. Kr.

16. Werder Bremen 1,5 mia. Kr.

17. Marseille 1,5 mia. Kr.

18. Borussia Dortmund 1,5 mia. Kr.

19. Manchester City 1,4 mia. Kr.

20. Newcastle United 1,1 mia. Kr.

(www.forbes.com)