United áhugað í Arsenal-spælara

Enskir fjølmiðlar vilja verða við, at Manchester United er áhugað í at keypa álopsspælaran Emmanuel Adebayor frá Arsenal.

Adebayor hevur gjørt vart við, at hann fær ov lítla løn í Arsenal, eftir at hann hevur fingið gjøgnumbrot á besta liðnum, og hann vil hava Arsenal at hækka lønina, ella fer hann at leita sær eftir nýggjum felagi í summar. Umframt United skal eisini Valencia hava áhuga í Arsenal-spælaranum.