Sum so nógv onnur stór fótbóltsfeløg í hesum døgum, hevur Manchester United eina risastóra skuld, sum sigst liggja um fýra milliardir krónur. Men nú er felagið sloppið av við ein sera stóran part av skuldini í einum, tá fríggjadagi seldi United lánsbrøv fyri næstan tað sama sum alla skuldina. Tað gevur fyribils luft til spælarakeyp og annað, tí virðisbrøvini verða ikki innloyst fyrr enn í 2017.