United: Ronaldo er ikki til sølu

Premier League: Venjarin hjá Manchester United sigur at Cristiano Ronaldo ikki er til sølu

Nógv bendir á, at Cristiano Ronaldo er í holt við at leita eftir einum nýggjum felagi. Hann hevur eitt ár eftir at sáttmálanum við Manchester United, men er ikki møttur til venjing enn, nú Manchester United er á ferð í Teilandi.

 

- Cristiano Ronaldo er ikki til sølu. Hann er partur av okkara ætlan fyri hetta kappingarárið. Hann er ikki partur av hópinum enn orsaka av familjuviðurskiftum, men vit vænta at hann heldur fram hjá okkum, sigur Erik ten Hag, venjari hjá Manchester United.

 

Søgan í altjóða miðlum, har í millum portugisiskum miðlum, ið eitast at hava góðar keldur, er at 37 ára gamli Cristiano Ronaldo ikki er sinnaður at spæla eitt av sínum seianstu kappingarárum í Europa League. Hann er um nakar ímyndin av Champions League. Ein kapping hann hevur vunnið fimm ferðir, er søguligur toppskjútti og hevur spælt flestar dystir samanlagt.

 

Tað var ikki fyrr enn í evstu løtu av flytingarvindeyganum, at Cristiano Ronaldo skifti frá Juventus til Manchester United. Tað ljóðar, at feløg sum AS Roma og Napoli skulu verða áhugaði, men helst er heimsstjøran ein dýr íløga fyri slík feløg. Besta boðið er Chelsea, sum hevur fingið nýggjar eigarar og hevur keypt Raheem Sterling. Tað er hinvegin ein kappingarneyti hjá Manchester United, sum Cristiano Ronaldo hevur umboðað í tveimum førum, og er ein legenda.

 

Eftir eru feløg sum Real Madrid, PSG og Manchester City, ið øll tykjast ósannlíkir arbeiðsgevarar hjá Cristiano Ronaldo komandi kappingarár.