Bæði heimaliðið, Middlesbrough og Manchester United høvdu nógv at spæla fyri, tó í hvør sínum enda á stigatalvuni í Premier League. Manchester United vann dystin í Middlesbrough 2-0, støðan í hálvleikinum var 1-0.
Jeremie Aliadiere hjá Middlesbrough hevði ein stóran málmøguleika tíðliga í dystinum, men Ben Foster í United-málinum bjargaði meistarliga. Stutt eftir hetta gav verjan hjá Middlesbrough Ryan Giggs gott pláss. Walisiski veteranurin takkaði fyri við at senda bóltin hart í netið við einum góðum vinstrabeinssparki.
Middlesbrough royndi at trýsta, men verjan hjá United stóð væl. Stutt aftaná steðgin fall sigursmálið. Koreanarin, Ji-Sung Park endaði eitt gott álop við at seta bóltin hegnisliga í netið til 2-0. Ímóti dystarenda hevði United nógvar møguleikar til at økja um leiðsluna, men fleiri mál komu ikki í dystinum.