United skal reisa seg

Fleiri av teimum fremstu í Onglandi spæla ikki fyrrenn í morgin ella mánadagin

Eftir at steypakappingarnar hava verið á dagsskrá seinastu vikuna er aftur umfar í landskappingini á skránni í Onglandi, har teir í dag, í morgin og mánadagin spæla 21. umfar av 38.

Toppliðið Arsenal bíðar við at spæla inntil mánakvøldið, tá ið mótstøðuliðið er Aston Villa, sum eigur heimavøll í Birmingham.

Manchester City  er næstfremst. City hevur spælt níggju landskappingardystir á rað uttan at tapa – átta sigrar og ein javnleik. Í morgin spælir City á  útivølli ímóti Newcastle, sum leingi stóð seg væl, men sum seinastu vikurnar ikk hevur klárað seg so væl. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur liðið lagt rytt til tap – ímóti Arsenal á heimavølli og serliga stórt vónbrot var tapið á útivølli ímóti West Bromwich Albion.

Í fyrsta dystinum í dag fær Hull vitjan av Chelsea, sum hevur eitt stig færri enn Manchester City. Harvið hevur London felagið møguleika við sigri í Hull at lyfta seg upp á toppin. Chelsea hevur spælt fýra dystir á rað uttan at tapa – tríggjar sigrar og 0-0 ímóti Arsenal.

Liverpool, sum er á fjórða plássi – fýra stig aftanfyri Chelsea – skal í morgin spæla á útivølli ímóti Stoke. Í síðsta umfari eydaðist tað Liverpool á heimavølli at vinna 2-0 á Hull, eftir at tað tvær tær undanfarnu ferðirnar var endað við 2-1 tapum á útivølli ímóti Chelsea og Manchester City.

Á fimta plássi – eitt stig aftanfyri grannarnar í Liverpool FC – er Everton, sum í dag er stórfavorittur á heimavølli ímóti Norwich.  Eisini Tottenham, sum seinnapartin fær vitjan av Crystal Palace, er stórfavorittur.

Um tað var, sum tað plagar at vera, so hevði Manchester United eisini verið stórfavorittur í dag. Klokkan 17.30 verður fyrsta bríkslið á Old Trafford, har Michael Laudrup og Swansea enn eina ferð skulu royna seg. Síðsta leygardag sendi Swansea á sama vølli Manchester United úr FA Cup. Manchester United hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar Tað er rár hending, at tað gongst so illa, og tí er spenningurin stórur um, hvussu tað í kvøld fer at roynast hjá illa sperdu David Moyea og liði hansara.

 

Í dag

Hull-Chelsea kl. 12.45

Fulham-Sunderland kl. 15.00

Tottenham-Crystal Palace kl. 15.00

Southampton-West Bromwich Albion kl. 15.00

Everton-Norwich kl. 15.00

Cardiff-West Ham kl. 15.00

Manchester United-Swansea kl. 17.30

Í morgin

Newcastle-Manchester City kl. 14.05

Stoke-Liverpool kl. 16.10

Mánadagin

Aston Villa-Arsenal kl. 20.00