United snávaði

Manchester United hevði møguleikan at økja um munin niður til Chelsea, tá teir vitjaðu hjá Newcastle á St. James’ Park í gjár.

Undan dystinum mátti Newcastle vera 12 av stuðulsleikarunum fyriuttan, so gestirnir vóru mettir at vera stórfavorittar.
Manchester United megnaði tó ikki at vinna dystin, sum endaði við einum 2-2 javnleiki. Fyrst legði James Milner vertirnar á odda við einum sera góðum langskoti, áðrenn Paul Scholes við tveimum málum legði United á odda. Við knøppum 20 minuttum eftir eydnaðist 19 ára gamla, David Edgar, at javna fyri Newcastle, og sostatt býttu liðini stigini, sjálvt um United var væl betra liðið henda dagin.