Manchester United
Høvuðsorsøkin til turbulensin hevur verið, at Malcolm Glazer nú kann kalla seg eigara av fótbóltsfelagnum Manchester United. Glazer eigur frammanundan felagið Tampa Bay Buccaneers, ið leikar amerikanskan fótbólt. Nú hevur hann víðkað sítt imperium til eisini at umfata Manchester United.
United-viðhaldsfólk eru í øðini um, at ein tilvildarligur ríkmaður brádliga hevur ognað sær teirra felag. Talan er um ein mann, ið als einki samband hevur havt við United áður. Hann sær United sum eina skilagóða íløgu, og viðhaldsfólk eru bangin fyri, hvat hann kann finna uppá fyri at fáa hesa íløgu at kasta av sær.
Tey flestu óttast, hann hann fer at hækka prísin fyri atgongumerkir, og hetta fer raka ta hørðu kjarnuna av United viðhaldsfólki meint. Hetta fer eisini at merkja eina broyting í áskoðarafjøldini, sum fer at vitja Old Trafford framyvir, og at fólk við lágari inntøku ikki fara at hava møguleika at fylgja liðnum longur.
Læntir pengar
Manchester United hevur seinastu mongu árini verið eitt felag við eini sunnari fíggjarstøðu. Skuldin hevur verið hildin niðri á einum minimum, og raksturin hevur altíð givið yvirskot, síðan felagið gjørdist partafelag og fór á virðisbrævamarknaðin fyri 14 árum síðani. Nevndin er errin av, at hon hvørt ár hevur rindað vinningsbýti til eigararnar.
Men Glazer hevur lænt ein stóran part av teimum umleið 800 milliónum ensku pundunum, sum tað kostaði honum at keypa Manchester United. Ein fíggingarstovnur hevur sostatt givið honum møguleika at keypa United. Hetta merkir sjálvsagt, at Glazer skal rinda lánið aftur, og tað leggur eitt ávíst trýst á felagið.
Glazer fer eftir øllum at døma at taka felagið av virðisbrævamarknaðinum og harvið sleppur hann undan at rinda vinningsbýtið hvørt ár.
Amerikanska tíðarritið Newsweek siterar eina keldu, ið stendur leiðsluni í Manchester United nær, og hon undrast á íløguna hjá Glazer. Hvaðani skal vøksturin koma? Og hvar eru bakdyrnar, um íløgan miseydnast?
Egnar sjónvarpsavtalur
Fá ivast í, at Glazer hevur ætlanir um at taka United burturúr felags samstarvinum, sum Premier League feløgini hava havt um sjónvarpsavtalur. Núverandi avtalan rennur út í 2007, og ætlanin hjá Glazer er, at United skal selja síni egnu rættindi eftir hetta.
Trupulleikin er, at Manchester United skal hava fjúrtan feløg í Premier League felagsskapinum at atkvøða fyri eini broyting á hesum økinum.
Lítil ivi er um, at United kann fáa væl meira burturúr peningaliga við at spæla solo í hesum málinum. Serfrøðingar meta, at United kann fáa eina avtalu, ið gevur teimum tríggjar ferðir so nógvan pening í kassan.
Eingin ivi er tó um, at United skal økja um sínar inntøkur, um skuldin skal rindast aftur. Møguleikarnir eru hinvegin stórir hjá United, og serliga í Landsynningsasia eru møguleikar fyri stórum inntøkuvøkstri.
Tað verður væntandi sonurin hjá Malcolm Glazer, ið nevnist Joel, sum fer at hava okkurt slag av leiðandi starvi í United. Glazer, ið nærkast teimum áttati, fer neyvan at vera ein sjónligur persónur kring United, hóast tað er hann, ið hevur lagt út við pengunum fyri felagið.
Írskir ríkmenn
Ein av høvuðsorsøkunum til at United nú er á amerikanskum hondum er, at írsku ríkmenninir JP McManus og John Magnier gjørdu av at selja síni partabrøv. Teir áttu samanlagt 28 % av partabrøvunum í felagnum.
McManus og Magnier eru fyrrverandi vinmenn hjá Ferguson, men eftir klandur um rættindini til ein virðismiklan kappríðingarhest, endaði hetta vinarlag í einum hørðum stríði í rættinum.
Við at selja síni partabrøv hava teir báðir írarnir givið Glazer møguleikan at ogna sær United. Hetta er fallið nógvum fyri bróstið, og tað verður eisini tulkað sum eitt slag av hevnd eftir tað hvassa stríðið, sum var millum Ferguson og teir báðar ríkmenninar.
Ferguson á vegamóti
Spurningurin um framtíð Fergusons hevur eisini verið viðgjørdur dúgliga í ensku fjølmiðlunum seinastu mánaðirnar.
Spurningurin er, um Ferguson verður mintur sum tann stóri venjarin, ið ikki dugdi at gevast, meðan leikur enn var góður.
Seinastu tvey árini hava ikki givið tey úrslit, sum Ferguson hevur ført felagið til seinastu mongu árini. Sum mest vinnandi venjarin í Onglandi verður hann ikki sagdur úr starvi frá einum degi til dags, men um hann ikki megnar at føra United aftur á tindarnar, kann hansara tíð í felagnum skjótt fáa ein keðiligan enda.
Tað gav at bíta, at stjórin í Manchester United, David Gill, í eini útvarpssamrøðu segði, at Ferguson var "sackable", also at hann eisini kundi sigast úr starvi eins og øll onnur starvsfólk hjá United.
Gill var skjótur at taka draga í land aftur, men hetta var brenni á báli hjá tabloid-bløðunum í Onglandi, sum beinanvegin fóru at spekulera um framtíðina.
Núverandi sáttmálin hjá Fergsuson rennur út næsta summar, og spennandi verður at síggja, um hann heldur fram eftir hetta.