United vann og City kiksaði

Í dag riggaði tað hjá Arsenal, sum vann stórsigur á heimavølli ímóti Everton

Verður tað kortini spenningur fram ímóti endaspurtinum í bestu eingilsku fótbóltsdeildini. Svarið upp á spurningin hevur higartil verið eitt rungandi nei. Manchester City er framvegis greitt topplið, men hesar seinastu ferðirnar hevur meistaraliðið ikki verið so sannførandi, og soleiðis var eisini ídag.

 

Toppliðið var gestur hjá Burnley, og tá ið Danilo miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði gestirnar framum eftir horna og við rimmar langskoti, sá tað út til, at favorittarnir fóru at vinna.

 

Støðan broyttist ikki fyrr enn átta minuttir undan leikloki, tá ið íslendski landsliðsspælarin Johann Berg Guðmundsson eftir innlegg og vánaligar eftiransingar javnaði.

 

Á Old Trafford vann Manchester United 2-0 ímóti Huddersfield. Harvið er munurin frá City og aftur til United trettan stig. Tað kennist framvegis at vera ov nógv at ímynda sær, at talan verður um spenning, nú tað resta tólv umfør.

Merkisvert var tað, at nýggi United spælarin, Alexis Sánchez, økti til 2-0, tá ið hann var fyrstur á returinum, eftir at hann hevði misnýtt brotsspark.

 

Í dag vísti pílurin rætta vegin hjá Arsenal, sum á heimavølli vann 5-1 ímóti Everton. Longu eftir nítjan minuttir var 3-0. Aaron Ramsey var í hopla og skoraði trý mál. Úrslitið sigur einki um, hvussu tað stendur til hjá Arsenal. Tað fæst at vita næsta leygardag, tá ið avbjóðingin verður Tottenham á útivølli.

 

Í morgin skal Tottenham spæla á útivølli ímóti Liverpool, og Crystal Palace fær vitjan av Newcastle. Umfarið endar mánakvøldið, tá ið Chelsea skal spæla á útivølli ímóti Watford.

 

Í dag

Arsenal - Everton 5-1

WBA – Southampton 2-3

Manchester United – Huddersfield 2-0

Leicester – Swansea 1-1

Brighton – West Ham 3-1

Bournemouth – Stoke 2-1

Burnley – Manchester City 1-1

 

Støðan

1

Man. City

26

22

3

1

74:19

69

2

Man. Utd

26

17

5

4

51:18

56

3

Liverpool

25

14

8

3

57:29

50

4

Chelsea

25

15

5

5

45:19

50

5

Tottenham

25

14

6

5

49:22

48

6

Arsenal

26

13

6

7

51:35

45

7

Burnley

26

9

9

8

21:23

36

8

Leicester

26

9

8

9

38:35

35

9

Bournemouth

26

8

7

11

30:37

31

10

Everton

26

8

7

11

29:45

31

11

Watford

25

7

6

12

33:44

27

12

West Ham

26

6

9

11

32:46

27

13

Brighton

26

6

9

11

21:35

27

14

Southampton

26

5

11

10

28:38

26

15

Crystal Palace

25

6

8

11

23:38

26

16

Newcastle

25

6

6

13

23:35

24

17

Swansea

26

6

6

14

19:37

24

18

Stoke

26

6

6

14

26:52

24

19

Huddersfield

26

6

6

14

19:46

24

20

WBA

26

3

11

12

21:37

20