United Voices í Vesturkikjuni

Í kvøld klokkan 20 verður ungdómsguðstænasta í Vesturkirkjuni. Heri Joensen prædikar, Bergur Debes Joensen stendur fyri altartænastuni og kendi gospel bólkurin, United Voices stendur fyri sanginum

Við einari mikrofon í part og við stóra ljóðanlegginum, sum Shu-bi-du-a brúkti á konsertini í høllini á Hálsi leygarkvøldið, fer kendasta gospel kórið í Føroyum í kvøld at syngja til ungdómsguðstænastu í Vesturkikjuni.


Ungdómsarbeiði týdningarmikið

Tað eru báðir sóknarprestarnir, Heri Joensen og Bergur Debes Joensen, ið skipa fyri tiltakinum. Teir eru báðir samdir um, at tað hoyrir við til prestakallið at leggja dent á at boða gleðiboðskapin fyri ungdóminum, eins og gleðiboðskapurin skal boðast øllum øðrum.

Fyri at vekja áhuga teirra ungu, hava prestarnir heitt á væl umtókta gospel kórið, United Voices, um at syngja til Guðstænastuna. Og eingin ivi er um, at kórið fer at seta sín dám á kvøldið. Tey fara at syngja 10 væl umtókt og svingandi løg undir leiðslu av Eiriki í Skála, og harafturat fara tvey úr kórinum at standa fyri felagssanginum, ið fevnir um kendar sálmar úr sálmabókini.


Kostnaðarmikið

Tað er ógvuliga kostnaðarmikið at leiga so góða útgerð, sum teirri, kórið skal brúka undir guðstænastuni í kvøld, og tí hava prestarnir avgjørt, at talvan skal ganga fyri leiguna av ljóðútgerðini, ið sum áður nevnt er tann sama sum tann, ið Shu-bi-du-a nýtti í høllini á Hálsi leygarkvøldið.

Prestarnir vóna, at nógv fara at leita sær til lívligu guðstænastuna í Vesturkirkjuni í kvøld klokkan átta.