Á universtitet sum 50 ára gomul

56 ára gomul stóð Davis Maria Rønstad úr Klaksvík við bachelor próvnum í sosiologi í hondini.
- Tú verður ongantíð ov gomul til at vera forvitin, sigur Davis, sum hevur búð í Norra í meir enn 40 ár og júst hevur verið heima í Føroyum og hildið sín 70 ára føðingardag


- Forvitni, er Davis Maria Rønstad skjót at svara, tá hon verður spurd, hvussu tað bar til, at hon valdi at fara á universitet, sum 50 ára gomul
- Eg eri so øgiliga forvitin eftir øllum, stórum sum smáum. Forvitni hevur verið mín drívmegi alt mítt lív, og dreiv meg eisini á skúlabonk aftur. Eg havi altíð havt áhuga fyri sosiologi, so fyri meg var tað upplagt at fara á universiteti. So gjørdi tað minni, at eg skuldi sita í sama fyrilestrasali, sum 22 ára gamli sonur mín, flennir Davis.
Verði ongantíð húsmóður
Tað var eisini ein blandingur av forvitni og forelskilsi, sum gjørdi, at Davis flutti til eina lítla norska bygd fyri meir enn 40 árum siðani. Tá hitti Davis mann sín, sum var norskur fiskmaður, og so skjótt hon var liðug at læra til sjúkrasystur í Havn, giftust tey bæði og fluttu til Norra at búgva. Hon ivaðist ongantíð í at fara, men viðgongur, at hon kendi seg øgiliga fremmanda í nýggja umhvørvinum.
- Eg veit ikki, hvat eg hevði ímyndað mær, men bygdin vísti seg at liggja á eini rættiliga avbyrgdari  oyggj, har tey als ikki vóru von við fremmand fólk. Eg hevði allatíðina eina kenslu av, at tey tordu ikki at tosa við meg, tí tey hildu meg vera so øðrvísi. Tað var heldur ikki væl sæð, at eg onki húsligt dugdi, so eg royndi sm frægast at læra at súlta og gera mat, sum hinar konurnar, sigur Davis. Tað gekk eisini eitt sindur betri við tí húsliga sum frá leið, men hugurin hjá Davis lá mest til at sita á bókasavninum ella ganga til konsertir og tílíkt.
- Eg haldi tey hildu meg vera nakað snobbuta. Vit búðu har í 11 ár, men húsmóður gjørdist eg ongantíð og verði tað heldur ikki, sigur Davis avgjørd.
Fødd sjúkrasystur
Davis og maðurin fluttu til Oslo, har tey hava búð síðani. Øll hesi árini hevur Davis starvast sum sjúkrasystur. Davis dylur ikki yvir, at sjúkrasystrastarvið altíð hevur verið ein týðandi partur av hennara samleika, og at hon hevði sera ilt við at venja seg við ikki at skula til arbeiðis, tá hon varð pensionerað fyri fimm árum síðani.
Eg eri sannførd um, at eg eri fødd sjúkrasystur. Sjúk fólk, tablettir, sproytir o.s.fr hevur verið mítt lív. Hvørja ferð eg síggi ein hvitan kittul, droymi eg meg aftur í mítt gamla starv, sigur Davis, og leggur afturat, at um onkur í familjuni bagir okkurt, er hon skjót at halda seg framat fyri at hjálpa.
- Tað kennist sum ein sjávfylgja, og útbúgvingin sum sosiologur var eisini eitt náturligt framhald av áhuganum fyri menniskjaligum trivna. Tað er so nógv órættvísi og óskiljandi raðfestingar í heiminum sum tú ikki bara kanst lata eyguni aftur fyri. Norra er millum heimsins ríkastu lond, men allíkavæl verður spart á til dømis eldraøkinum. Eitt tað nýggjasta er, at nú mugu fleiri kirkjur lata aftur um summarið sum lið í sparingum. Slíkt er veruliga ófatuligt í mín verð, sigur Davis, beisk á málinum.
Ringdi til Kjell Magne Bondevik
Órættvísi og órímiligheitir av ymsum slagi sleppa heldur ikki óátalaðar fram við borðinum hjá Davis. Tað hendir seg javnan, at hon ikki ringir til journalistar og bløð og talar at, um hon heldur, eitt mál hava verið ov illa handfarið. Og hon aftar seg ikki við at ringja til norska forsetisráðharran, Kjell Magne Bondevik, um tað skal vera. Tað gjørdi hon til dømis, tá norskir hermenn vóru sendir í kríggj í Afganistan.
- Eg sat og hugdi at TV avísini, har Bondevík stóð og vinkaði hermonnunum farvæl og ynsktu teimum góða eydnu på hele Norges vegne. Nei tú, onki skuldi Bondevik standa har og mína vegna ynskja nøkrum góða eydnu við at fara og bumba ósek fólk. So eg ringdi til hann, fyri at siga honum, at hann kundi tosa vegna seg sjálvan. Eg fekk bara fatur á skrivaranum hjá honum, men eg fekk so lagt míni boð, smílist Davis.
Davis fylgir eisini væl við í politikki og heldur seg bara gerast meir radikala við aldrinum. Sjálv hoyrir hon heima á sosialistiska veinginum og dylur ikki yvir, at hon heldur George Bush vera mest vandamikla mann í heiminum.
- Í mínum eygum er Bush nærum vorðin ímyndin av dupultmorali, sum hann leikar í og misnýtir sítt vald við Bíbliuni í hondini. Tað er syndarligt at síggja, hvussu hann hevur útnytta ræðsluna hjá fólki eftir 11. september í síni hevndarferð móti øllum øðrvisi hugsandi. Í Norra brúkar Fremskidstpartiet somu snildi nú í valstríðnum við at spæla uppá kenslurnar hjá fólki fyri at øsa tey upp ímóti innflytarnum, sigur Davis og sipar til Stórtingsvalið, sum verður um tveir mánaðir.
Heim at halda føðingardag
Hóast Davis hevur búð í Norra í meir enn 40 ár, er hon framvegis fyrst og fremst føroyingur. Børnini tosa føroyskt og maðurin kennir hvørt klaksvíksútrykk, flennir hon. Hon hevur ferðast regluliga í Føroyum øll árini, og tá hon fylt 70 herfyri, var hon als ikki í iva um, at føðingardagurin skuldi haldast heima í Klaksvík.
Tað gjørdist ein ógloymandi dagur fyri meg. Eg var púra ovfarin, at síggja øll hesi meir enn 100 fólkini, sum vóru komin at heilsa uppá meg og ynskja tillukku. Har vóru familja vinur og kenningar og ikki at gloyma fleiri av teimum, sum eg lærdi til sjúkrasystir saman við. Tað var ótrúliga rørandi, sigur Davis.
Restina av summarinum fer Davis at halda saman við manninum, børnunum og ommubørnunum. Ommubørnini hava eitt heilt serligt pláss í hennara hjarta, og sum hon sigur: Ommubørn eru lívsins dessert. Tey ferðast nógv saman og herfyri vóru tey í Tailandi, har Davis royndi at ríða á elefantbaki.
- Eg vildi bara vita, hvussu tað føldist. Sum eg segði, eg eri so øgiliga forvitin, og tað skal helst henda okkurt rundan um meg allatíðia, smílist Davis, sum tó tekur sær onkra løtu at slappa av. Tá er tað helst við eini avís ella góðari krimi ella allarbest, einum spennandi fótbóltsdysti í sjónvarpinum.
- Er tað so føroyska landsliðið, sum spælir, kann tað ikki verða betri. Fólk halda meg nokk vera øra í høvdinum, men eg skal siga tær, at eg at eg minnist hvørt úrslit og næstan hvørja útskifting hjá føroyska landsliðnum, sigur Davis við einum skálkabrosi.