Unn bjóðar seg fram

Ergoterapeuturin, Unn Thomsen, bjóðar seg nú fram at venja børn millum 0 og 18 ár, ið hava tørv á ergoterapi. Hon bjóðar sær eisini at ráðgeva foreldrum og øðrum, sum eru um børnini, eitt nú lærarum og námsfrøðingum. Í einum kunningarskrivi sigur Unn Thomsen seg hava nógvar royndir innan barnaergoterapi.

Hon vísir á, at børn, sum hava tørv á ergoterapi, kunnu vera børn við sansaskipanar trupulleikum (SI), børn við heilaskaða (cerebral parese/CP), børn við neuropsykiatriskum trupulleikum, eitt nú autisma (ADHD), børn við syndromum og ymiskum brekum, børn við innlæringartrupulleikum og ov tíðliga fødd børn.

- Ergoterapi snýr seg um at hjálpa einstaka barninum at menna seg so mikið, at gerandisdagurin verður vælvirkandi og meiningsfullur. Venjingarnar verða oftast framdar gjøgnum spæl, so barnið er mest møguligt motivera. Av tí at vit taka støðið í gerandisdegnum hjá barninum, fara venjingarnar ofta fram í nærumhvørvinum hjá barninum, eitt nú í heimii, stovni ella í skúlanum.

Nýggja ergoterapi-tilboðið, sum Unn Thomsen nú bjóðar, hevur støð er í Trapputúni 1 í Havn.