Hósdagin 9. desember verjir Unn Højgaard á Lað doktararitgerð í petroleumstøkni við Universitetið í Stavanger við serligum atliti til máting av fuktpreferansum. Fuktpreferansa merkir, um ein yvirflata tolir vatn ella olju. Eitt sigandi dømi er, um tú slettir vatn á ein fugl, so perlar tað av aftur, men slettir tú olju á hann, sýgur fjøðurin oljuna í seg. Tað merkir, at fjøðurin er oljufuktandi, sigur Unn Højgaard á Lað.
Heitið á doktararitgerðini er »Fuktpreferansu mátingar við kjarnumagnetiskum resonansi«. Unn Højgaard á Lað hevur lisið á Institutt fyri petroleumstøkni við Universitetið í Stavanger.
Kjarnumagnetiskur resonansur byggir á somu prinsipp sum MR-skanning á sjúkrahúsunum. Hendan tøknin kann nýtast at finna fram til nøgdina í einum oljubrunni. Tøknin gevur boð upp á, hvussu nógv olja er í brunninum og hvussu hendan kann útvinnast.
Eisini ber til við hesi tøknini at finna fram til, hvussu oljubrunnurin best kann stýrast.
Unn Højgaard á Lað verjir ritgerðina hósdagin klokkan 12.15, og royndarfyrilesturin verður klokkan 10 um morgunin og ber heitið »How can wettability alteration in low salinity waterflooding lead to enhanced oil recovery?«