Uno & Skousen hevur vind í seglunum

- Við Skousen í Uno kunnu vit veita eitt størri og breiðari úrval til føroyska kundan, sigur Dánjal Petersen, stjóri og eigari.

 

- Skousen ynskti at koma aftur til Føroya við sínum útboði, og nú hava vit so havt Skousen í nøkur ár. Hetta hevur riggað sera væl saman við okkara konsepti annars, sigur Dánjal Petersen.

Tað er Sp/F Uno, sum eigur og rekur handilsvirksemi Uno Skousen í stóru og hugnaligu handilshølunum í Smiðjugerði 6 í Havn. 

 

Við Skousen-deildini á 1.hædd í handilsbygninginum vaks útboðið hjá fyritøkuni við hvítvørum og smærri el-tólum. 

 

Her eru vaskimaskinur, ovnar, kókiplátur, køliskáp og frystiboksir, og her eru smærri el-tól sum eitt nú dustsúgvarar, rakimaskinur, kaffimaskinur og onnur el-tól. 

 

Dánjal Petersen, sum eigur og rekur fyritøkuna, sigur, at føroyski kundin nú kennir meiri til fyritøkuna, og tað gongur longri ímillum, at kundar ikki hava hoyrt um fyritøkuna áður. 

 

- Sjálvandi síggja vit eisini nýggj andlit og viðskiftafólk. Hetta gleðir okkum hvørja ferð, og her eru øll sjálvsagt hjartaliga vælkomin, sigur hann.

 

Skousen var í Føroyum í sínari tíð. 

 

- Skousen ynskti at koma aftur til Føroya við sínum fantastiska útboði, og nú hava vit so havt Skousen í nøkur ár. Hetta hevur riggað sera væl saman við okkara konsepti annars, sigur Dánjal Petersen.

 

Handilseigarin vísir á, at fyrispurningurin hjá Skousen um at koma aftur á føroyska marknaðin, kom júst í einari tíð, har Uno hevði ætlanir um at veksa um sítt hvítvøruúrval. Skousen ynskti aftur at sleppa at selja á klettunum og manglaðu ein, sum vildi taka stigið. 

 

- Tá tey ringdu, var eg klárur, og báðir partar eru nøgdir við framgongdina, ið hevur verið, sigur Dánjal, sum vísir á, at tá hann ger business, sum hann tekur til, so sær hann sínar veitarar og samstarvspartar – sum familju.

 

- Vit tosa ordiligt, lúgva og snýta ikki hvønn annan. Um hesi viðurskifti ikki eru í lagi, er einki grundarlag fyri nøkrum skilagóðum handilsvirksemi fyri nakran av pørtunum, sigur Dánjal Petersen.

 

Uno Skousen hevur økt vøruúrvalið í handlinum og hevur góðar umstøður at reka sítt handilsvirksemi. - Tú stendur ongantíð í stað - antin gongur tú framm, ella gongur tú aftur, sum handilseigarin tekur til.

 

Skjót veiting

Tað var danski vinnulívsmaðurin, Preben Skousen, sum byrjaði at selja hvítvørur í 1957, og síðan er Skousen-samtakið vorðið til eitt hitt størsta hvítvørusamtak Norðurlondum. 

 

Umframt at Uno Skousen hevur stóra og serstaka vørugoymslu í Smiðjugerði, hevur Skousen í Danmark eisini eina velduga stóra goymslu við dagligari levering.

 

Soleiðis er fyritøkan hjá Dánjali Petersen eisini partur av skjótasta og besta samtakinum á marknaðinum á sínum øki.

 

- Vit hava valt at hava eina stóru vørugoymslu her heima hjá okkum fyri at kunna veita okkara viðskiftafólkum hvítvørur skjótt og gott. Tað nyttar so lítið knappliga at standa og mangla eina vaskimaskinu, komfýr ella køliskáp fyri síðan at lata viðskiftafólkini vita, at tað tekur upp í vikur at fáa vøruna heim. 

 

Hann vísir á, at nógv vøra verður bíløgd til kundar, men tað eru eisini fleiri vørur, ið kundin keypir nú ella ikki. 

 

- Tí er goymsluúrvalið so týdningarmikið, serliga í einum landi í Føroyum.

 

Men, Skousen hevur eisini skjóta veiting, tá tað er neyðugt, at vøran kemur heim úr Danmark. Skousen umboðar hópin av merkjum - alt frá kinesiskum til týska hágóðskuvøru.

 

- Vøra, sum verðu bíløgd hjá okkum týsdag, er í allar flestu førum heima í Føroyum mánadagin eftir. Tað er undantakið, um hetta ikki eydnast, sigur Dánjal Petersen.

 

Við breiðum úrvali

Fyritøkan Uno Skousen í Smiðjugerði 6 er annars kend fyri at selja køkar, baðirúmsmøblar, sauna og tað, ið har til hoyrir. Fyritøkan hevur eitt stórt úrval av súkklum, bæði til børn og vaksin – og til øll endamál. Eisini sølan av el-súkklum er vaksin seinastu árini.

 

El-súklur eru ikki longur óvanligar í Føroyum.

 

Á veghæddini eru køkar, baðirúmsmøblar og súkkludeild. Á fyrstu hædd er Skousen við sínum breiða úrvali av hvítvørum og smáum el-tólum – og við síðuna av handilsbygninginum liggur stóri goymslubygningurin. 

 

Við Uno Skousen er fyritøkan vorðin størri og sterkari við kappingaførum prísum.

 

- Eg havi nógv at vera takksamur fyri. Ikki bert fyri okkara góða kundar, ið keypa og hava keypt frá okkum í sløk 12 ár, men eisini fyri míni fantastisku starvsfólk. Hevði tað ikki verið fyri tann stóra innsats, tey vísa hvønn dag, so høvdu vit á ongan hátt kunnað vaksið so skjótt, sigur Dánjal Petersen.

 

Uno Skousen hevur tlf. 205959.

 

- Skousen ynskti at koma aftur til Føroya við sínum útboði, og nú hava vit so havt Skousen í nøkur ár. Hetta hevur riggað sera væl saman við okkara konsepti annars, sigur Dánjal Petersen.