Upp í 20 m/s komandi dagarnar

Rættiliga køld luft streymar framvegis yvir Føroyar av norðri. Leygarnáttina fer eitt lágtrýst á veg í ein vestan framvið beint norðan fyri Føroyar. Sunnunáttina liggur eitt lágtrýst nærum í stað beint sunnan fyri Ísland, meðan eitt tilhoyrandi brúgvalag nærkast Føroyum av vestri. Mánadagin fer eitt fyri árstíðina lutfalsliga sterkt lágtrýst á veg í ein landnyrðing tætt framvið Føroyum, men neyva leiðin hjá hesum lágtrýstinum er tó enn óviss.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og stundum sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein vestan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Í morgin verður lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Stundum sólglottar, men eisini okkurt ælið. Um náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 20 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Sunnudagin verður sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s. Sum frá líður klárar í, tó okkurt ælið. Um náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 20 m/s.Sum frá líður skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 20 m/s, sum seinni snarar í ein útsynning og vestan og makar nakað. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin um 7 stig. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, og makar vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum makar vindin niður í lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Um náttina verður sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s við regni av suðri. Hitin millum 4 og 8 stig.