Dansurin á Reinsarínum byrjar klokkan 22:00 2. Jólakvøld.
Fyrireikararnir siga, at tá er høvið at uppliva føroyskan dans á Reinsarínum. Øll eru hjartaliga vælkomin at dansa.
- Sama um tú ongantíð hevur roynt hetta áður, ella um tú hevur gingið til føroyskan dans í 100 ár. Øll eru vælkomin. Hevur tú hug til at hyggja at og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tað. Tað týdningarmesta er, at vit koma saman og menna føroyska dansin.
Dámar tær føroyskan dans, so er ikki at halda seg aftur, tí hetta verður eitt ógloymandi kvøld.
Tað er felagið Tøkum Lætt, sum skipar fyri tiltakinum, sum er ókeypis.
Verður eisini dansa í Vági
2. Jólakvøld kl. 22 verður almennur føroyskur dansur í Jómsborg.
- Tað plagdu at koma nógv fólk í dans 2. Jólakvøld, og tað vóna vit eisini í ár.
Fyrireikararnir siga at øll eru hjartaliga vælkomin at dansa við , ella at koma til gott prát og lurta eftir kvæðunum
Kostnaður 50 krónur, ókeypis fyri ung undir 18 ár.