- Upp aftur meira tjóð enn frammanundan

At vera í samveldisstøðu við Danmark er eingin forðing fyri at fáa egna stjórnarskipan, siga serfrøðingarnir í Stjórnarskipanarnevndini

STJÓRNARSKIPAN

 
 
 
Føroyar eru land og føroyingar tjóð.
Fyri tey flestu ljóðar hetta kanska sum ein sjálvfylgja, men soleiðis ljóðar fyrsta stykki í grein 1 í uppskotinum um Stjórnarskipan Føroya.
Kári á Rógvu, næstformaður í Stjórnarskipanarnevndini, endurtók ein setning hjá Kaj Leo Johannesen, sum hevði sagt, at tu verður ikki nøgdur við eini, hús fyrr enn tú byggir aðru ferð.
Ætlanin er nevniliga at, at Stjórnarskipanarlógin skal koma ístaðin fyri ta núverandi Stýrisskipanarlógina, sum varð sett í gildi miðskeiðis í nítiárunum.
Kári á Rógvu segði, at hendan nýggja stjórnarskipanin skal vera ein samanrenning av tí, sum enn er óskrivað. Tí hóast flestu føroyingar helst munnu kenna seg sum land og fólk, so er tað ein sannroynd, at tað meira enn so kemur fyri, at vit eru kallað við øðrum heitum. M.a. verða Føroyar kallaðar selvstyrende område í m.ø. norðurlandaráðshøpi, og danska heimastýrislógin kallar okkum selvstyrende folkesamfund.
Men Kári á Rógvi vístí á, at nevndin hevur valt at brúka tey elstu orðini, vit hava á føroyskum.
- Tann føroyska skipanin kom fyrst, men síðan rendu vit okkim í aðrar skipanir segði hann.
Hann segði eisini, at orð sum land eru hugtøk, ið kongur plagdi at brúka um okkum, og tí eru hesi vald.
Tí eru hugtøk sum lond og ríki vald. Orð, sum í ensku útgávuni eru umsett til land og nation.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fakfólkini gera skinnararnar til politikararnar
 
Hetta eru greiðar mannagongdir, segði næstformaðurin, og vísti á, at nevndarlimirnir sum fakfólk hava gjørt skinnarar til politikarrarnar, sum síðani kunnu velja, hvørja leið, tey velja.
Tað merkir m.a., at ríkisrættarliga støðan, sum Føroyar eru í, verður tulkað sum ein sáttmálakend samveldisstøða, sum kann sigast upp.
- Her eru greiðar mannagongdir, hvussu man fer í og hvussu man fer ur, segði Kári á Rógvi, og sipaði m.a. til møguligan ES-limaskap.
Spurdur um, hvat signalvirði ein tílík stjórnarskipan fær úti í heimi, segði Jóan Pauli Joensen, at vit við hesum eru upp aftur meira tjóð, enn vit vóru frammanundan, og vit nú betur kunnu siga, hvussu vit fata okkum sjálv.
Kári á Rógvi vísti á, at bæði Ísland og Noreg vóru komin við sínum stjórnarlógum í samveldisstøðu, og við hesum sett orð á samleikanum, sum hann tók til.
Noreg fekk sína konstitution í 1814, sum enn hevur stórt saamleikavirði, og Ísland fekk sína 1874.