Upp í 18 stig í dag

Hitin í dag verður 9 til 16 stig, í støðum har tað er klárt upp í 18 stig, sigur Veðurstovan

Eitt hátrýst, 1027 hPa, stendur í stað yvir Norskahavinum. Í dag er eitt luftrák yvir Føroyar við lýggjari og slavnari luft eystaneftir.

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin, sigur lot til frískt lot eystan ella av ymsum ættum, smáskýggjað í støðum við sól ella sólglottum, men serliga móti eystri er mjørki ella samdrigið.

– Sum líður á fyrrapartin eitt sindur klárari. Hitin í dag 9 til 16 stig, í støðum har tað er klárt upp í 18 stig, skrivar Veðurstovan.