Upp í hvassan storm

Landsverk boðar frá øgiligum vindi á fleiri støðum kring landið

Tað sæst og merkist í veðrinum, at vit eru í komin inn í november mánað nú. Rættiliga ringt veður er kring landið í dag, og serliga er tað nógvur vindur, ið ger um seg.


Á heimasíðuni hjá Landsverk verður ávarað um nógvan vind í fleiri støðum kring landið.


Mesti vindur er á Ørðaskarði á Fámjinsvegin, har stovnurin boðar frá hvøssum stormi, í hvirlunum upp í 42 metrar um sekundið. Eisini á Porkerishálsi er nógvur vindur, har stovnurin boðar frá skrið, í hvirlunum upp til 39,5 metrar um sekundið.


Tað er ikki bara á Suðuroynni, at veðrið er ringt. Í fýra støðum kring landið ávarar Landsverk um hvirlur yvir 30 metrar um sekundið. Tað er í Gjáarskarði, har tað er skrið, í hvirlunum upp til 34,3 metrar um sekundið, Oyndarfjarðarvegnum, har tað er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 31,1 metrar um sekundið, Oyggjarvegnum, har tað er hvassur stormur, í hvirlunum upp til 35,9 metrar um sekundið, og á Velbastaðhálsi, har stovnurin ávarar um hvassa vind, í hvirlunum upp til 32,7 metrar um sekundið.


At enda ávarar Landsverk eisini um nógvan vind í hesum støðum. Á Viðareiðisvegnum er andøvsgul, í hvirlunum upp til 26,2 metrar um sekundið, á Kambsdali er hvassur vindur í hvirlunum upp til 26,6 metrar um sekundið, á Gøtueiði er eisini hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27,4 metrar um sekundið, og eystanfyri Norðskálatunnilin er stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 27,1 metrar um sekundið,


Sambært norsku veðurstøðini YR, so liggur miðal vindstyrkin fyri Føroyar um 18 metrar um sekundið, og tað verður ikki fyrr enn móti midnáttarleiti, at vindurin fer undir 15 metrar um sekundið.