Mentamálaráðið hevur biðið um 800.000 krónur til ítróttarháskúla í Vági. Ætlanin er at byrja í august.
Við Kringvarpið segði Bjørn Kalsø, Mentamálaráðharri, at Mentamálaráðið fekk eina umsókn, sum er so mikið fullfíggjað og spennandi, at ráðið er sinnað at játta pening til nýggja háskúlan.
Sambært uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum løgtingið fekk hósdagin, er ætlanin at stovna háskúlan í august, og skúlin tekur inn fyrstu næmingarnar hálvan august.
Nýggi háskúlin fer at leggja høvuðsdent á ítrótt, serliga svimjing, fótbólt og handbólt.
Háskúlin verður skipaður sum sjálvsognarstovnur, og hann verður í Vági. Fyrsta árið verður royndarár.
Sambært Dennis Holm, borgarstjóra í Vágs Kommunu, eru tað verandi umstøðurnar í Vági, sum gera ein ítróttarháskúla áhugaverdan.
Hoyr Dennis Holm greiða nærri frá ætlanunum við at trýsta á pílin undir myndini.