Jørgen Niclasen
Góðar og breiðar vegir ynskja vit til koyra skjótt, samstundis sum vit ynskja forðingar fyri at tryggja lítla fer.
Taki fult undir við Rúnu Sivertsen, form. í ráðnum fyri ferðslutrygd um at ferðsla gjøgnum bygt øki eigur at tálmast.
Tað eigur ikki at verða framtíðin, at landsvegur við nógvari ferðslu koyrir gjøgnum bygt økið. Heldur enn at seta alskyns forðingar upp, eiga vit, har tað ber til, at leggja landvegaferðslu uttan fyri bygt økið. Dømi um hetta er orðaskifti sum nú er um vegaføringina gjøgjum/undir/omanfyri Leirvik, har trygdin eigur at hava stóra ávirkan á avgerðina.
Annar táttur í trygdini eigur at verða teir farvegir, ið eru í fjøllunum,ofta í brøttum. Har er veturin ein vansi fyri trygdini. Vit eiga í framtíðini at fáa vegirnar so lágt sum møgulig. Sum dømi kunnu nevnast Kaldbakstunnilin, tunnil Øravik/Hov og ynski hjá Vestmenningum um tunnil fyri at sleppa undan at koyra í hæddini.
Oyragjógv/Vatnsoyrar
Vestri í Vágum hava vit báðar hesar vansar. Nógv Ferðsla gjøgnum Miðvág og Sandavág, umframt kavahæddini á Hálsi (niðanfrá Oyragjáarbrekkuni). Vit kunnu gera ferðsluforðingar fyri at minka um ferðina ella gerða vegir omanfyri bygdirnar, men tað verða ongantíð meir enn næstbestu loysnirnar.
Fyri nøkrum árum síðini kom Jóanis Nielsen við einum sera áhugaverdum uppskoti um tunnil. Framtíðin vestri í Vágum eigur at verða ein tunnil av Oyragjógv til Vatnsoyrar. Vit sleppa undan ferðslu gjøgnum bygt øki og vit sleppa undan brekku og hæddum. Harafturat verður t.d. tíðin úr Tórshavn vestur á flogvøllin minka niður um 30 minuttir.
Tað er eisini vert at nevna at ætlaða leingingin av flogvøllinum krevur nógv grót. Hugsa vit um hvar hetta grót skal koma frá, er grót úr slíkum tunnli betri loysn, enn at spreingja stór beni í fjallið. Umframt er peningur at spara um báðar íløgurnar verða gjørdar samstundis.
Vit eiga at hugsa meira um trygd, tá vit taka avgerðir um framtíðar ferðslu.