Uppboðssøla av málningum á Vaglinum

Várfestin í miðbýnum í Havn byrjaði í dag kl. 15. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti tiltakið. Várfestin byrjaði við skrúðgongu frá Frelsunarherinum oman á Vaglið. Fremst gekk hornorkestur Frelsunahersins, síðan komu tey, sum skuldu luttaka í tiltakinum, og aftast koyrdu motorsúkklur frá Cross Bikers MC Føroyar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti Vársfestina, síðani vóru fleiri leikir framførdir við kendum søgum í Bíbliuni.

Uppboðssølan av málningum byrjaði kl. 17.30. Nakrir av málningunum verða málaðir á Vaglinum, samstundis sum tiltakið fer fram. Avlopið av uppboðssøluni fer til Tilhaldið í Tórsgøtu.

Familjutiltakið kl. 19.00 verður í salinum hjá Frelsunarherinum, og kl. 21.00 byrjar ungdómstiltakið á Vaglinum, har fleiri tónleikabólkar fara at framføra, samstundis sum kaféin er opin.