Løgtingsfólk bíða framvegis eftir einum áliti frá vinnunevndini.
Vinnunevndin hevur fingið eitt uppskot, sum landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, legði fram at viðgera.
Tað vísti seg skjótt, at uppboðssølan sum uppskotið legði upp til, ikki hevur fulla undirtøku í samgonguni. Kristin Vestergaard, Javnaðarflokkurin, gjørdi undir tingviðgerðini greitt, at hann ikki tekur undir við uppboðssølu og heitti á landsstýrismannin um at taka uppboðssøluna úr uppskotinum.
Tað er enn ikki gjørt, hóast vinnunevndin hevur havt nógvar og drúgvar fundir.
Eisini samgonguleiðararnir hava havt fund um málið eins og teir hava gingið ímillum vinnunevndina og roynt at finna eina semju.
Løgtingið hevur heldur ikki viðgjørt álitið til fíggjarllógina. Hetta tí, at eitt endaligt uppskot um fíggjarlóg ikki kann gerast fyrr enn uppskotið um fiskivinnuna er avgreitt. Ein stórur partur av inntøkunum á fíggjarlógini - einar 170 milljónir krónur, - skulu koma frá avgjøldum, sum uppskotið hjá landsstýrismanninum leggur upp til.
Ein annar trupulleiki er, at verður eitt uppskot um fiskivinnuna ikki samtykt, so verður eisini torført at umsita fiskiskapin á annan hátt ennn tann, sum fráfarni landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jacob Vestergaard, gjørdi.
Men sjálvt um tíðin gongur og tað aftur verður nátt í Løgtinginum seinni í kvøld, so fer eitt álit at koma úr vinnunevndini. Politiskt er trupulleikin har, at andstøðan hevur meirlutan og kann tá ið samgongan er samd, draga málið út og vilja sleppa at gera fleiri kanningar í málinum.
Í stuttum er talan um, at politiska telvingin hjá samgonguni ikki hevur eydnast serliga væl - hvørki í samgonguni ella mótvegis andstøðuni. Tí er lógaruppskotið um at enda sum jólatrøll - og hevur helst eitt annað skap, tá ið tað kemur úr vinnunevndini