- Tað er avgjørt eitt gott hugskot at kanna seg regluliga fyri krabbamein í prostata. Tað sigur ein maður, sum hevur verið ígjøgnum alla mylluna. Hann leggur ikki í at stíga fram alment, men vit á in.fo vita hvør hann er.
Nógv kjak hevur verið um, antin menn yvir ein ávísan aldur skulu lata seg kanna regluliga fyri krabbamein í Prostata. Nakað síðani hevði Sosialurin drúgva samrøðu við Jóan Petur Davidsen, serlækna í urologi, sum staðiliga mælir frá, at vit seta regluligar kanningar í verk ímóti prostata. Hann sigur, at allar kanningar vísa, at slíkar kanningar eru nyttuleysar og minka ikki um talið á teimum, sum doyggja av prostatakrabba. Tað hevur fingið ein mann í sekstiárunum, sum hevur havt krabbamein í prostata, at gera vart við seg, og hann er alt annað enn samdur við urologin. Sjálvur hevur hann havt krabbamein í Prostata. Men hann vísur á, at tað av berari tilvild at tað varð staðfest, at hann hevði ágangandi krabbamein í prostata. Hann sigur at hann var farin til kommunulækna at kanna kolestorol, men tá mælti læknin honum eisini til at lata seg kanna fyri krabbamein í prostata. Tað verður gjørt við at máta tað, sum verður nevnd psa- talið. - Mítt psa tal var 3,0, sum er á markinum fyri, hvussu høgt tað eigur at vera hjá einum 60 ára gomlum manni, sigur hann. Tí varð gjørt av at fylgja við og trý ár seinni var psa talið aftur kanna og tá var tað 4,3. Tí gjørdi kommunulæknin av at senda meg víðari til kanningar hjá serlækna, men hann fann einki óvanligt. Eitt ár seinni var psa-talið aftu kannað og tá var tað komið upp á 6,1 og tá varð maðurin aftur sendur til kanningar. - Hesa ferð vístu kanningarnar, at eg hevði lutfalsliga ágangandi krabbamein í prostata, sigur maðurin.
Tí varð gjørt av at leggja mannin undir skurð. Talan var um eina skurðviðgerð við einum tólmenni, sum skaðar nervalagið minst møguligt. Skurðviðgerðin vísti, at krabbamein var í 40 prosentum av prostata, men til alla lukku vóru allar rendur rundan um prostata sunnar og frískar soleiðis, at krabbin ikki hevði breitt seg.
- Skurðviðgerðin eyðnast væl. Krabbin varð tikin og eg fekk ikki nøkur hjáárin av skurðviðgerðini, sigur maðurin. Sostatt fekk hann framvegis helt vatninum og hann varð ikki impotentur, sum eru heilt vanlig hjáárin av skurðviðgerð fyri prostatakrabba. - Eg hevði ongantíð nøkur tekin uppá, at eg var við at fáa prostatakrabba og tað var bara blóðroyndin, ið vísti, at nakað kundi vera galið, sigur hann - Tískil fekk eg lekjandi skurðviðgerð, tí krabbin varð funnin í góðari tíð, áðrenn hann hevði breitt seg víðari.
Tí er eingin ivi hjá hesum manninum um, tí hann mælir øllum miðaldrandi, og eldri monnum, til at lata seg kanna, tí blóðroyndin vísir, um nakað kann vera áfatt, sigur hann. Meiri um sama evni seinni
|