DANMARK 1. DEILD
Tað gongst einki serligt hjá Christiani Høgna Jacobsen og Vejle, sum hava sett sær fyri í hesum kappingarárinum at røkka øðrum av plássunum, sum bera rættin aftur at spæla í superliguni við sær.
Sunnudagin hevði Vejle vitjan av Ølstykke, sum leingi var oddalið í 1. deild, men sum tær seinastu vikurnar ikki hevur verið so sannførandi. Men sunnudagin bilaði einki hjá Ølstykke. Teir vóru sera sannførandi í Vejle, har heimaliðið einki hevði at siga. Ølstykke vann 4?0, og hjá Vejle varð Kern Lyhne rikin av vøllinum í 2. hálvleiki. Vejle málverjin endaði á skaðastovuni. Teir hildu, at hann kanska hevði fingið heilaskjálvta.
Ølstykke er nú nummar fýra, meðan Vejle er á sætta plássi. Bara tvey tey bestu flyta upp. Enn er nógv eftir av kappingini, men í løtuni sær tað einki serligt út hjá Vejle.
Randers Freja, sum hevur Atla Gregersen í hópinum, vann seg fram á næstfremsta plássið. Teir vóru í Valby í Keypmannahavn og spældu ímóti Frem. Bæði liðini hava higartil verið ímillum tey fremstu. Freja vann 2?1, og harvið eru teir næstovast, meðan Frem er á triðja plássi
Undan summarsteðginum var Johan B. Hansen leigaður úr OB og til Fredericia. Síðani summarsteðgin hevur Johan verið aftur í barndómsfelagnum Horsens. Sunnudagin var Johan saman við Horsens aftur í Fredericia, og føroyski spælarin og liðfelagarnir fóru úr Fredericia við øllum. Teir vunnu 1?0.
Talan var um sannan dreym, tá Jákup Mikkelsen og Herfølge í 2000 vunnu DM. Í 2001 flutti Herfølge niður í 1. deild. Síðani varð roknað við, at tað orduliga skuldi fara í fisk hjá teimum, men teir eru drúgvir í Herfølge. Í vikuskiftinum vóru teir í Århus. Dysturin ímóti FC Aarhus varð mettur at vera sera torførur, men Herfølge vann 3?2.
HFK Sønderjylland er eisini millum feløgini, sum hevur ætlað sær upp aftur í superliguna. Teir vóru sera trilvandi nógvu tey fyrstu umførini. Men nú gongur sum eftir ánni. Sunnudagin vunnu teir 3?0 á heimavølli ímóti Hvidovre, sum er í stórum vanda at flyta niður. Sigurin var tann triði á rað hjá HFK, sum er komið fram á fimta plássið.
Málríkasti dysturin var í Hellerup, har HIK og B 1909 spældu 4?4. Í Odense vann B1913 2?0 á B93. Eitt av størstu samrøðuevnunum í donsku 1. deildini er Skjold, sum er grannalið hjá B93 á Eysturbrúgv. Lítla felagið, sum ongantíð hevur verið so ovarlaga, sum teir eru nú, skuldi í gjárkvøldið spæla ímóti einum øðrum høvuðsstaðarfelag, Brønshøj.