SUPERLIGAN
Tað eru tey trý feløgini, sum undan kappingarbyrjan vóru favorittar, ið eru á trimum teimum fremstu plássunum í superliguni. Men tað vóru avgjørt ikki FCK, AaB og Brøndby, sum fingu mestu positivu umrøðuna eftir tólvta umfarið, sum varð spælt í vikuskiftinum.
Tað verður mest tosað um uppflytaraliðini Køge og Farum. Felags fyri tey bæði er, at tey hava verið roknað sum uppløgd evni at flyta niður aftur. Og tað er eisini felags fyri uppflytararnar, at teir higartil so rudduliga hava gjørt rokningini til skammar.
Sunnudagin settu tey nýggja striku undir, at tey megna at standa seg á útivølli, eisini um mótstøðuliðini teljast millum tey gomlu og sigursvandu í donskum fótbólti.
Farum var sunnudagin í Esbjerg, og teir komu til hús aftur við 2?0 sigri. Nichlas Hindsberg skoraði fyrra málið beinanvegin eftir steðgin. Esbjerg kiksaði uppspæl, og fyrrverandi Lyngby spælarin, sum fyri trimum vikum síðani varð mettur at vera so knæskaddur, at hann ikki fór at spæla aftur, hevði hálvan vøllin fyri seg sjálvan, áðrenn hann sneiddi framvið málverjanum og skoraði. Seinna málið skoraði David Rasmussen beinleiðis upp á fríspark, og Farum sigurin var uppiborin.
Køge var í Århus. Tey fyrstu umførini í nýggju kappingini stóð AGF seg væl, tað bar stórar áskoðarafjøldir við sær, og tað varð roknað við, at AGF nú skuldi stríðast um heiðursmerkini. Men fleiri tær seinastu ferðirnar hevur gingið illa, og úrtøkan hevur verið sera soltin.
Fýra av føstu monnunum hjá Køge vóru ikki við í Århus. Tað hevði við sær, at ein av gomlu liðfeløgunum hjá Óla Johannesen í Hvidovre, Henrik Eggerts, fekk møguleikan, og hann tók so rudduliga møguleikan, skoraði og gjørdist dagsins maður. Køge vann 3?1. Teir hava íalt fingið 16 stig, og tað er merkisvert, at trettan av stigunum hava teir vunnið á útivølli. Tað eru seks umfør eftir, áðrenn superligan fer í vetrarfrí, men í Køge hava teir longu næstan fingið tey stigini, sum teir høvdu roknað við at fingið hesumegin jólini.
Oddaliðini vunnu ikki
FCK, AaB og Brøndby mynda ovasta plássini í superliguni. Men einki av oddaliðunum fekk fulla úrtøku í tólvta umfarinum.
Stephan Andersen er ein av gomlu liðfeløgunum hjá Óla Johannesen í Hvidovre. Hann er nú málverji í AB. Har er tað sum á føroyska landsliðnum. Veteranmálverjin Jan Hoffmann, sum hevur verið skaddur, heldur seg vera nóg góðan at verja málið. Hann og nýggi málverjin stuðla hvørjum øðrum undir venjing, men teir eru kappingarneytar um plássið ímillum stólparnar.
Tá Brøndby var í Gladsaxe, var Stephan Andersen málverji hjá AB. Úrslitið var 1?1, og tað var vónbrot fyri Brøndby og størsta partin av teimum 7.321 áskoðarunum, sum vóru komnir úr Brøndby.
AB kom á odda seks minuttir eftir hvíldina, og Brøndby javnaði beinanvegin. Siðstu løtuna trýsti Brøndby, og Michael Laudrup rósti AB málverjanum fyri gott avrik. Brøndby skal hava nýggjan málverja, tí Mogens Krogh fer at gevast á jólum. Nú verður gitt, at kanska verður 20 ára gamli Stephan Andersen nýggjur málverji í Brøndby ella kanska Jan Hoffmann.
Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum endaði tað málleyst, tá OB sunnudagin var í Viborg. Heimaliðið hevði allar møguleikar at vinna. Í 47 minuttir vóru teir ellivu ímóti níggju, teir høvdu bóltin nógv, og teir løgdu ofta innfyri málið, men teir megnaðu ikki at fáa bóltin framvið væl spælandi Karim Zaza.
Í Aalborg var tað veitslurómur undan dystinum. Teir tóku nýggjan part av nýmótans stadion í nýtslu. Men undir dystinum var lítið at fegnast um hjá nógvu heimaáskoðarunum. Teir vóru vitni til triðja AaB tapið á heimavølli á rað. Serliga meint mundi tað kennast, at tað var botnliðið úr Silkeborg, sum vann 4?3 og harvið av álvara kom í nánd av hinum liðunum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting.
Longu leygardagin var FCK í Parkini. Gestirnir vóru FCM, sum hósdagin skulu royna seg í UEFA Cup. Teir royndu uppskriftina, sum teir ætla at nýta ímóti belgiska Anderlecht, og tað hilnaðist væl. Peter Møller legði FCK á odda í 1. hálvleiki, men FCM javnaði í 2. hálvleiki.