Uppflytingardystur á Toftum í kvøld

Ternan vann fyrra dystin í høllini í Kollafirði 3-1. Dysturin í kvøld verður spældur í høllini í Tofta skúla, og hann byrjar klokkan 19.

 

Vinnur KÍF dystin í kvøld, so verður enn ein upp og niðurflytingardystur. Tann dysturin verður spældur á uttanveltaðum vølli. Tað hevur ikki ávirkan, um KÍF vinnur 3-0 ella 3-2 í kvøld. Settmunur telur ikki í roknskapinum, aftaná tveir upp og niðurflytingardystir.

 

Vinnur Ternan dystin í kvøld, so fer Ternan at spæla í Eik-liguni hjá kvinnum komandi kappingarár.